?Hann hevur stungið okkum dyggiliga í bakið, og hetta fer at fáa álvarssamar avleiðingar. Vit eru 1500 limir í felagnum, og vit góðtaka ikki hendan rossahandilin, sum Hans Pauli hevur gjørt við Tvøroyar býráð. Vit kunnu ikki bara lata landsstýrismannin syndra dagstovnalógina, bara tí hann ikki veit, hvat munurin er á einum lærara og pedagogi.
At kalla Hans Paula Strøm fyri keisarans vin í Føroya Pedagogfelag í løtuni er ein grov undirmeting.Føroya Pedagogfelag er rættiliga vónsvikið av leiklutinum hjá honum í málinum um setanina av leiðaranum á Frítíðarskúlanum á Tvøroyri.
Týsmorgunin viðgjørdu formaðurin og næstformaðurin í felagnum, Jarvin Feilberg Hansen og Ann Elisabeth Joensen, sonevndu semjuna, sum landsstýrismaðurin og Tvøroyrar býráð komu ásamt um sunnudagin.
Klaga landsstýrismannin
Í tíðindunum í Útvarpi Føroya mánakvøldið kundi landsstýrismaðurin í almannamálum, Hans Pauli Strøm, boða frá, at Tvøroyrar býráð og Almanna- og heilsumálaráðið hava funnið eina semju í trætuni um setanina av leiðara á Frítíðarskúlanum á Tvøroyri.
Partarnir vóru samdir um at ógilda setanina av læraranum í leiðarastarvið á Frítíðarskúlanum, og landsstýrismaðurin gav eisini Tvøroyrar býráð tilsøgn um, at hann í næstum fer undir at endurskoða dagstovnalógina. Lógin skal endurskoðast soleiðis, at tað ikki longur verður eitt krav, at leiðarin á einum frítíðarskúla skal vera námsfrøðingur.
Formaðurin og næstformaðurin í Føroya Pedagogfelag hvukku bæði við mánakvøldið, tá tey hoyrdu í útvarpinum, at landsstýrismaðurin ætlar at endurskoða dagstovnalógina.
?Hatta er einki minni enn ein rossahandil, hann hevur gjørt við Tvøroyar býráð. Tað er undir alt lágmark, at vit skulu hoyra í útvarpinum, at landsstýrismaðurin ætlar at endurskoða dagstovnalógina uttan, at vit verða tikin upp á ráð. Lógin er grundarsteinurin undir okkara virksemi , og hann kann ikki í sjálvdrátti gera hasa semjuna uttan um okkum. Tað gevur púrt onga meining, at landsstýrismaðurin ger eina avtalu við eina kommunu, sum hevur forbrotið seg, sigur næstformaðurin í Føroya Pedagogfelag, Ann Elisabeth Joensen.
Landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum skal vænta sær eina hvassaorðaða klagu frá Føroya Pedagogfelag í næstum. Føroya Pedagogfelag ætlar bæði at klaga um semjuna, sum landsstýrismaðurin og Tvøroyar býráð hevur gjørt, og alla handfaringina av málinum um um setanina av leiðara á frítíðarskúlanum á Tvøroyri.
?Hetta málið verður viðgjørt í ramasta álvara. Vit vilja hava fund við landsstýrismannin alt fyri eitt. Tað eru ikki vit, sum skulu renna aftaná honum, men hann skal venda sær til okkara, og tað vóna vit, hann ger skjótast gjørligt, siga Jarvin Feilberg Hansen og Ann Elisabeth Joensen avgjørd.
Hvør verður avleiðingin um landsstýrismaðurin heldur fast?
?Eg kann ikki siga tað her og nú, hvør avleiðingin verður, tí vit fara ikki at lata landsstýrismannin fáa at vita, hvat vit ætla at gera. Eg kortini vissa honum, at talan verður um álvarssamar avleiðingar, tí lógin er ótrúliga týdningarmikil fyri okkum, tí hon tryggjar at viðurskiftini á dagstovanøkinum eru í lagi siga Jarvin Feilberg Hansen og Ann Elisabeth Joensen
Javnaðurin svíkir
Søguliga hevur sambandið millum faklfeløgini og Javnaðarflokkin verið sterk. Í Føroya Pedagogfelagið eru tey ómetaliga vónsvikin av leiklutinum hjá Hans Paula Strøm og Javnaðarflokkinum í málinum.
?Tá Javnaðarflokkurin ikki kann bakka upp um fakfeløgini, hvør skal so gera tað? Flokkurin skal so ikki vænta nakra atkvøðu frá okkara limum á komandi valið, sigur nevndin í Føroya Pedagogfelag