Stundum stuttligt

Hóast leikurin ikki er tann skemtligasti vit hava sæð frá Klaksvíkar Sjónleikararfelag, er tað frálíkt undirhald at síggja eina so væl timaða klassiska farsu sum »Stundun, stundum ikki«

Um vikuskiftið gjørdi Klaksvíkar Sjónleikarafelag innrás í stóra salinum í Norðurlandahúsinum við eini farsu av tí veruliga góða gamla slagnum. Eitt stórt lop kanst tú siga fyri eitt lítið sjónleikarafelag, sum dagliga húsast í gamla umklæðingarrúminum hjá brandmonnunum norðuri í Klaksvík. Stórslignu umstøðurnar tóku hinvegin ikki pippið frá leikararnum, tí í farsusjangruni tykist lítla ótroyttiliga sjónleikarafelagið altíð at hava verið á heimavølli. Úrslitið er millum annað, at felagið eftirhondini eigur nakrar leikarar, sum sýnast sum um teir eru gjørdir til júst hetta slagið av løttum skemti, sum bara riggar, tá bæði replikkir og hurðar klamsa júst í tí sekundið, tá tær skulu.


Fleiri av hesum leikararnum sleppa at folda seg út í farsuni »Stundum, stundum ikki«, og tað er ikki minst teimum fyri at takka, at leikurin fyri tað mesta riggar, sum hann skal. Serliga er tað Jan Gardar, í einum av høvuðsleiklutunum, sum tryggjar, at reyði tráðurin í fløkjuni ikki støkkur, hvørki innihaldsliga ella meir tekniskt.
Sum leikari tykist Jan Gardar at hava eini serlig evni til at kunna bjarga øllum hugsandi og óhugsandi situatiónum. Og tað er eisini júst tað, hann skal í leiklutinum sum skrivarin Hálvdan Hálgadal, ið bæði skal halda skil á sínum egna dupultlívi og fjala yvir ella avdúka moralska ólevnaðin hjá starvsfeløgunum í »Málaráðnum«, alt eftir, hvat kann tæna honum best í klatranini upp eftir starvsheitisstiganum.
Sjarmerandi sum eg veit ikki hvat, (for)førir Jan Gardar áskoðarafjøldina móti hæddarpunktinum, har hurlivasin er fullkomin og undirhaldið í hæddini. Sjálvsagt væl hjálptur av hinum leikararnum, har mongu yngru kreftirnar fylla sínar leiklutir sum karikaturar, júst eftir farsubókini.


Meðan í so long løta gongur, áðrenn verulig ferð kemur á leikin, er hann hinvegin ikki til at steðga aftur, tá hann av álvara er komin í gongd. Stór og djúptøkin leiklist er tað ikki, men tað er eisini í lagi, tí í eini farsu stendur og fellir alt heldur uppá, at alt klappar, sum tað skal, tá tað skal og hvørja einastu ferð. Og tað eydnast til fulnar í »Stundum, stundum ikki«, har timingin er framúr góð og bara gerst betri í takt við at ferðin økist, serliga í seinnu helvt av leikinum, har vit eisini fáa tær stuttligastu løturnar, sum tað kundu verið fleiri av í fyrra parti. Tá ræður um gjøgnumført skemt, hevur Klaksvíkar Sjónleikarafelag gjørt tað betri, eitt nú í »Kaktusblóman« fyri nøkrum árum síðani. Hinvegin fáa vit hesuferð ríkiligt undirhald í at sita og eygleiða, hvussu væl allar klassisku farsu ingrediensurnar so sum ótrúskapur, dupultmoralur, kávalæti, umbýtt nøvn og myrkaspøl hanga saman.
Eisini er sjálv pallsetingin, serliga búnarnir óvanliga gjørnumførdir í besta 50’ara stíli við rundskornum niðurdeilum, breiðum beltum, knallreyðari varrastift og ikki at gloyma stílfullu hattarnar og klædningarnar hjá mannfólkunum. Sjálvt baðihotellið, har stóri parturin av leikinum gongur fyri seg, var eisini passaliga smakkleyst innrættað til at tú kundi vænta tær hvat sum helst handan ósømiliga blomsturtapetseraðu veggirnar.

Mongu ungu kreftirnar í leikinum boða frá góðum. Í so stiliseraðum sjangrum sum farsum, kann vera ilt at meta um leiklistarliga støðið hjá einstøku leikararnum, men teirra eldhugi var ikki til at taka feil av og boðar hetta frá einum yvirskoti, sum Klaksvíkar Sjónleikarafelag uttan iva kemur at njóta gott at framyvir.
Onkur hevur gjørt vart við, at tað kann gerast eitt haft um beinini at blíva við at skíra Klaksvíkar Sjónleikararfelag sum skapt til lættar skemtileikir. Møguliga, men tað broytir ikki ta sannroynd at hesin leikhópurin hevur eitt serligt tak á farsuni og júst í hesi sjangruni enn einaferð hevur víst, hvat áhugaleikur er, tá hann er heilt góður.