Stundir til hugna í Hvalvík

- At bátahugnin ikki er ein stór stevna, ger, at stundir eru til hugna - eisini hjá teimum, sum skipa fyri, sigur borgarstjórin, Heðin Zachariasen.

- Eg haldi, at bátahugnin í Hvalvík er eitt so deiliga passaligt tiltak, sum í fyrsta lagi viðkemur bátafólki og fólki, sum koma við kampingvogni. At tiltakið ikki er ein stór stevna, ger, at stundir eru til hugna - eisini hjá teimum, sum skipa fyri.

 

Tað sigur Heðin Zachariasen, borgarstjóri í Sunda kommunu, nú skipað verður fyri bátahugna í Hvalvík í dag.

 

Heðin Zachariasen heldur, at hevði bátahugnin verið ein stór stevna, høvdu nógv fleiri fólk, sum standa aftan fyri tiltakið, noyðst at runnið aftur og fram, bæði fyri tiltakið, meðan tiltakið koyrir og heilt til endans.

 

- Bátahugnin er hugni og samvera burtur av og soleiðis, sum eg skilji báta-og kampingfólk, er tað júst hetta, tey vilja hava, meðan tey eru í Hvalvík.

 

Borgarstjórin fegnast um, at so mong taka eina hond í og ár um ár eru við til at gera tiltakið í Hvalvík møguligt.