Ukrainar vunnu við hepni og alternativum, grikskum dømingum. Ukrainar megnaðu sum stórfavorittar at vinna ein skallutan 27-26 sigur á Føroyum. Ein sigur teir prísa seg lukkuligar fyri, og tað skulu ukrainar einki ilt hoyra um.
TRÝST Á PÍLIN UNDIR MYNDINI,
og hoyr frá FM1:
1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá frásøgumaðurin, Sjúrður H. Hoydal segði frá teimum seinastu minuttunum av dystinum.
2) Hoyr Gunnar Djurhuus, viðmerkjara hjá FM1 taka samanum dystin og seta orð á góða føroyska avrikið.
3) Hoyr samrøðuna FM1-verturin gjørdi við Sjúrð Hoydal ein hálvan tíma aftaná dysturin var liðugur.