Stuldur í Norðskála


 

Leygardagin er stuldur framdur í Norðskála. Løgreglan fekk fráboðan um stuldurin leygardagin, og fólk halda, at hann er farin fram um morgunin sama dag.

Tað eru tveir bilar, ið hava staðið fyri skotum. Úr øðrum bilinum, ið stóð inni, varð tikin ein kikari, og úr hinum bilinum vórðu fløgur tiknar. Eisini annað smávegis varð tikið úr bilunum.

Løgreglan veit ikki, hvør tjóvurin er, men fólk siga seg hava sæð fremmandafólk ganga í bygdini tann morgunin.