Løgreglan kann í løtuni eitt mál um stuldur, aftaná ein gestur í einum av heilsumiðstøðunum í høvuðsstaðnum í gjár varnaðist, at nøkur av hansara tingum manglaði, tá hann skuldi av staðnum aftur. Tað upplýsir vakthavandi á løgreglustøðini.
Eingin vakmyndatól vóru har, ið viðkomandi goymdi síni ting, men vakthavandi upplýsir, at løgreglan kannar í løtuni nøkur viðurskifti í samband við stuldurin.
Annars hevur talan verið um eitt rættiliga friðarligt døgn hjá løgregluni. Árliga regattain sigldi frá Eiði í gjár suður til Hósvíkar og har spældi alt væl av, upplýsir vakthavandi.

Stuldur í heilsumiðstøð

