Stuldur í eysturbýnum

Sunnukvøldið varð boðað frá stuldri í eysturbýnum. Brotið var inn í ein persónbil uttan fyri eini hús, og tjóvarnir høvdu ruddað bilin fyri virðislutir. Síðani vóru teir farnir inn í garðin, har teir høvdu stolið ymsar lutir av eini motocross, ið stóð í garðinum.
Hetta er aðru ferð innan stutta tíð, at stuldur verður framdur móti húskinum, ið eiga bilin og motocrossina, og tað kundi bent á, at tjóvarnir kenna tey, ið teir stjala frá.