Stuldur í Badmintonhøllini

Tvey mál um stuldur eru um vikuskiftið meldað til politiið í Havn. Í umklæiðingarrúminum uppi í Badmintonhøllini hevði onkur verið og tikið eina fartelefon og pengar úr einum hvítum posa.
Eisini hevði onkur tikið pengar úr eini mappu, sum lá inni í høllini.
Hetta hendi seinnapartin leygardagin, og sagt verður av Kriminaldeildini á politistøðini í Havn, at enn vita tey ikki, hvør gerningsmaðurin er.