Stuðulstiltak í Salt: Uppboðssølan endar 15. oktobur

Tann 15. oktober verður stórt stuðulstiltak í Salt til frama fyri Krabbameinsfelagið.

 

Tiltakið er skipað sum hugnakvøld, og t.d. fara Magnus og Rasmus Magnussen at undirhalda og vera borðstjórar.

 

Kendir tónleikarar fara á pall; Jens Marni Hansen, Kim Hansen, Evi Tausen og Elin Súsanna W. Mortensen.

 

Skipað verður eisini fyri uppboðssølu av list á netinum, og hendan endar kl. 23.00 tann 15. oktober.

 

Netsíðan sæst her: Uppboðssølan (uppbodsola.com)

 

##med2##