Stuðulskonsert fyri fíggjarliga sperdum familjum

Í morgin fara tónleikarar í Klaksvík at hava stuðulskonsert

Sunnukvøldið verður skipað fyri stuðulskonsert og -kafé í Skúlanum við Ósánna í Klaksvík til frama fyri felagsskapin Í menniskjum góður tokki.

 

 

Tað er samkoman Karis í Klaksvík, sum skipar fyri vælgerandi tiltakinum.

 

 

- Aðalmál okkara sum menniskju er at ansa eftir hvørjum øðrum. Vit eiga at verja tey, sum ikki hava eina sterka rødd. Vit eiga at hjálpa teimum, sum eru veik. Somuleiðis eiga vit at hjálpa teimum, sum eru fíggjarliga sperd. Ein hvør okkara kann koma í hesa støðu. Hvør gott tá at eiga vin, ið hjálpir. Latið okkum standa saman, um at hjálpa teimum, sum ikki eiga eini hugnalig jól. Saman gera vit mun, siga fyrireikararnir.

 


Á stuðulskonsertini verður tónleikur frá Steintór Rasmuseen, Tóru við Keldu, Hans Andrias Jacobsen og Torkil Mørkøre at hoyra. Hetta eru øll nøvn úr Klaksvík.

 


Maria Jørðdal Niclasen, prestur á Viðareiði, fer at hava eina andakt.



Innkomin stuðul fer beinleiðis til Í menniskjum góður tokki.

 

 

Tiltakið byrjar klokkan 20.00 í annaðkvøld.