Hjá FÍF, sum er sersambandið fyri frælsan ítrótt í Føroyum, eru tey fegin um, at trý ítróttafólk innan frælsa ítróttin fingu lut í úrvalsstuðlinum fyri 2015. Tey trý eru Hanus Bergsson, sum kastar spjót, trístøkkarin, Tórur Mortensen, og so Valborg Heinesen, sum seinnu árini hevur ment seg til helst bestu føroysku kvinnuna innan renning á lang- og millumteinum.
Á heimasíðuni skrivar FÍF, at stuðulin frá Úrvali gevur íðkaruum møguleikar, sum tey als ikki høvdu havt, um eingin stuðul var.
- Stuðulin frá Úrval skal nýtast til onnur tiltøk enn tað sum FÍF vanliga stuðlar og rindar fyri. Her eru tað serliga venjingarlegur, sum kunnu væntast at gera tann heilt stóra munin. Valborg fær nú møguleika at fara á hæddarvenjingarlegu í tríggjar vikur. Og vit hava fyrr sæð, at tey, ið respondera væl uppá hæddarvenjing, kunnu gera ótrúlig framstig. Hanus og Tórur fara til Svøríkis, har teir fara at venja saman við heimsins bestu servenjarum.










