Stuðul til Ukrainu og Føroyar

Danmark hevur júst samtykt at stuðla Ukrainu við 800 milliónum krónum.

 

Í Danmark búgva 5,9 milliónir. Hvør dani letur tí 163 kónur til Ukrainu. Har búgva 40 milliónir. Ukraina fær fær tí 20 krónur til hvønn íbúgva úr Danmark.

 

Hvussu skal Danmark bera seg at við at veita meir?

 

Ein møguleiki hevði verið at spart tey útgjøld, sum hvørt ár standa í donsku fíggjarlógini og eru markaði til Føroyar. Her er talan um nakað meir, enn í ár verður latið til Ukrainu, nevniliga meir enn 1.000 milliónir krónur. Hvør einasti dani letur tí 170 krónur til hvønn av teimum 54.000 føroyingunum. Hvør føroyingur fær 18.519 krónur um árið frá donsku skattgjaldarunum. Hendan upphædd svarar til tað sum danir lata til 114 ukrainar.

 

Føroyar eru saman við Danmark sambært sambandssáttmálanum okkara millum. Henda fólkarættarliga traktat ásetur, at signatarveldini ikki skulu leggja seg upp í innanríkis mál hjá hinum partinum. Danska fólkatingið brýtur tí fólkarættin við at áleggja sínum skattgjaldarum at gjalda 18.519 krónur til hvønn føroying, serliga tá hugsað verður um, at miðal bruttotjóðarúrtøkan í Føroyum er hægri enn í Danmark, og at skattatrýstið í Føroyum er lægri enn har.

 

Hygginiráðini eru einføld. Á tí fíggjarlóg, sum nú verður løgd fram í Danmark, hann ein játtan upp á 1.000 milliónir flytast frá Føroyum til Ukrainu.

 

Verður tað gjørt, heldur Danmark uppat at bróta fólkarættin við uttan heimild at leggja upp í føroysk innanríkismál og kann veita ukrainunum eina munandi hjálp.

 

 

 

Zakarias Wang