Studningur til skúlanæmingar og lesandi skal skerjast

Nú er greitt, at studnngurin til tey, sum nema sær útbúgving, verður skerdur.

Her er bæði talan um studning til, sum ganga á studentaskúla, HF og aðrar miðnámsskúlar og lesandi, sum fara undir hægri útbúgvingar.

Tað verður longu frá skúlaárinum, sum byrjar á sumri í 2013, at studningurin verður skerdur.

Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum staðfestir, at tað er neyðugt at seta sparingar í verk.

Í hesum sambandi er ætlanin at spara tvær milliónir í 2013, seks milliónir í 2014, 6,5 milliónir í 2015, sjey milliónir í 2016 og átta milliónir í 2014.

Sparingarnar skulu setast í verk á fleiri økjum.

Ein kollveltandi broyting er, at studningurin til tey, sum fara undir hægri lestur, verður partvís lagdur um til lán.

Eru tey lesandi ikki komin heim aftur til Føroya at búgva eftir eitt ávíst áramál, skal studningurin sostatt rindast aftur.

Haraftrat verður tíðarskeiðið tað ber til at fáa studning, verður stytt, so at tað bara fevnir um ásetta lestrartíðina.

- Hetta er fyri at eggja næmingum at gera lesturin lidnan upp á ásettu tíðina, sigur Bjørn Kalsø.

Ætlanin er eisini at broyta treytirnar hjá teimum 18-19 ára gomlu miðnámsskúlanæmingunum, sum leiga og sum sostatt fáa tann hægra studningin

Nýggju reglurnar bera í sær, at bara næmingar, sum noyðast at ferðast ein ávísan tein í skúla, skulu kunnu fáa tann hægra studningin.

Sum skipanin er nú, ber partvís til at skifta skúla, uttan at missa studningin.

- Men í hesum sambandi mugu serligar skipanir gerast fyri tey, sum hava serligar orsøkir til at gevast ella at skifta skúla, sigur landsstýrismaðurin.