Á fundi í Vestmanna bygdaráði í farna mánaði var eitt mál til viðgerðar um at veita fíggjarligan stuðul í samband við fótbóltsvenjing í bygdini. Umsóknin var frá FS-Vágum.
Fíggjarnevndin mælti til, at geva felagnum loyvi til ókeypis at brúka fimleikarhøllina til venjing. Samstundis við hetta játtaði býráðið 4.500 kr. í stuðli í hesum sambandi.
Bygdaráðið tók einmælt undir við hesum uppskotinum.