Stuðlar Nepal við 50 milliónum

Cristiano Ronaldo er ikki sparsamur tá ið tað vælgerandi endamál umræður.

Heimsins besti fótbóltspælari, Cristiano Ronaldo, er tiltikin fyri at hava latið stuðul til nógv ymisk vælgerandi endamál, og nú er Real Madrid-leikarin aftur fúsur at hjálpa. Hesaferð við eini risa stórari upphædd.


Tað er til hjálpararbeiðið eftir herviliga jarðskjálvtan í Nepal, at Cristiano Ronaldo hevur valt at stuðla við heili 50 milliónum krónum úr egnum lumma. Peningurin er eyðmerktur hjálpararbeiðnum hjá Barnabata, skrivar The Guardian.


Tær 50 milliónir krónurnar, sum Cristiano Ronaldo letur, svara til ein triðing av hansara ársløn í Real Madrid. Hann hevur harumframt eggjað sínum 100 milliónum fjepparum á Facebook til at stuðla hjálpararbeiðnum.


Talið á deyðum eftir vanlukkuna í Nepal er farið upp um 8.000, meðan onnur 20.000 eru særd. 130.000 hermenn og umleið 100 útlendskir hjálparfelagsskapir luttaka í hjálpararbeiðnum.