Kaj Leo Holm Johannesen hevur fullan stuðul frá Norðoya Sambandsfelag sum formaður Sambandsfloksins.
Tað sigur John William Joensen í tíðindaskrivi, sum hann hevur sent vegna Norðoya Sambandsfelag. Umframt at vera blaðstjóri á Norðlýsinum, er John William Joensen eisini formaður í Norðoya Sambandsfelag.
Og í Norðoya Sambandsfelag halda tey, at tað eru andstøðuflokkarnir í løgtinginum – saman við ávísum fjlmiðlum – sum hava ligið eftir løgmanni og ákært hann fyri at vera lógbrótari og lygnari. Tey halda eisini, at hetta hevur ávirkað fólkatingsvalúrslitið hjá Sambandsflokkinum.
– Eftir at hava lisið niðurstøðuna hjá Hans Gammeltoft-Hansen kunnu vit staðfesta, at herferðin hjá andstøðuni, sum hevur fylt nógv í fjølmiðlunum er ógrundað, er niðurstøðan hjá Norðoya Sambandsfelag.
Har halda tey, at niðurstøðan hjá Gammeltoft er, at alt sum løgmaður gjørdi í málinum var heimilað, og at løgmaður ikki hevur misrøkt sína eftirlitskyldu.
– Løgmaður hevur ásannað, at hann tók munnin ov fullan, tá hann eftir áhaldandi provokatión frá andstøðuni segði, at hann “slettis ongan lut” átti í avtaluni.
– Tað er eingin ivi um, at tað er løgtingið, sum hevur eftirlit við landsstýrinum, og tí er tað upp til løgtingið at taka avgerð um, hvørjar fylgir tað skal hava fyri løgmann – at hava tikið munnin ov fullan, eftir at hann í tinginum áhaldandi varð lagdur undir líkt og ólíkt av andstøðuni, sigur nevndin í Norðoya Sambandsfelag.
Nevndin í Norðoya Sambandsfelag hevur á fundi í kvøld samtykt, at Kaj Leo Holm Jóhannesen hevur fullan stuðul frá felagnum, sum formaður floksins.
– Vit harmast um ósakligu viðgerðina av frágreiðingini, har niðurstøðan er, at allar ákærurnar sum øsingin í miðlunum og í tinginum bygdu á, einki hald høvdu í veruleikanum, er niðurstøðan hjá sambandsfelagnum í Norðoyggjum.