Tað vakti harma millum næmingarnar á Føroya Studentaskúla og HF-skeiði í Hoydølum, tá ið skúlin setti forboð fyri, at næmingarnir parkeraðu bilar sínar við skúlan ella á vegnum oman til skúlan.
Men nú er forboðið tikið av. Tað hendir 10. februar.
- Hetta gjørdu vit, tí ikki bar til at halda fast við ta reglugerð, sum vit høvdu, sigur Mikkjal Helmsdal, rektari.
Eftir tí reglugerðini kundi skúlin burturvísa næmingum, sum brutu forboðið. Í fjør varð ein næmingur bururvístur, men tað endaði við, at burturvísingin varð tikin aftur.
Spurnartekn er sett við, um skúlin hevur heimild til at revsa næmingar fyri at parkera ólógliga.
Mikkjal Helmsdal sigur, at skúlin saman við kommununi, politinum og Mentamálaráðnum hevur arbeitt við at gera onkra skipan, men eingin loysn er funnin.
Arbeitt hevur eisini við at gera eina sonuparkering.
- Men kommunan sigur nei til, at kommunalu parkeringsvørðarnir kanna parkering á økinum, sigur Mikkjal Helmsdal.
Ferðslulógin er galdandi
Vegurin er almennur, og skúlin hevur gjørt næmingarnar varugar við, at ferðslulógin er galdandi. Tí kann ferðslupolitiið geva bøtur fyri ólógiga ella óhepna parkering.
Við tað at kommunan ikki vil lata kommunalu parkeringsvørðarnar kanna økið, hevur skúlin søkt fútan um at seta sín egna parkingsvørð. Svar er ikki komið upp á umsóknina.
- Vit hugsa okkum eina skipan sum við SMS við tíðaravmarkaðari parkering. Starvsfólkini kunna fáa rætt til at parkera longri og hava frámerki á sínum bilum.
Tað var við trygdini í huga, at parkeringsforboðið í sínari tíð var sett. Sløkkiliðsbilar høvdu ongan møguleika at sleppa til skúlan í dagtímunum, meðan undirvísing var.
Mikkjal Helmsdal er greiður yvir, at skuldi tað verið ein venjing, ella um eldur var í, var verri vorðið, tí dagliga standa bilar allan vegin niðan eftir Sanatoriivegnum.
- Skuldi tað hent, verða vit noydd at trýsta okkum fram, sigur Kartni Jacobsen, sløkkiliðsleiðari í Havn.