Studentaskúlin verður í Vági

Stendur tað til landsstýrið, verður nýggi studentaskúlin í Suðuroynni bygdur í Vági

John Johannessen


Um fimm ár skal nýggjur stundentaskúli fyri 21 milliónir krónur takast í nýtslu í Vági.

Nýggjur langtíðaríløguætlan landsstýrisins mælir til at seta 21 milliónir av til nýggjan stundentaskúla í Suðuroynni.

Men virkandi landsstýrismaðurin í undirvísingar- og mentamálum staðfestir, at ætlan landsstýrisins er at byggja skúlan í Vági.

Ætlanin er, at tær 21 milliónirnar, nýtast skulu til nýggja skúlan, skulu setast av á fíggjarlógini yvir trý ár. Fyrstu milliónirnar skulu setast av í 2002 og tær seinastu í 2004.


Ætlanin ikki liðug

Langtíðaríløguætlanin hjá landsstýrismanninum í fíggjarmálum er enn bert eitt útkast, og tí er ikki heilt greitt, at skúlin verður liðugur í 2004. Áðrenn hetta endaliga kann staðfestast, skal íløguætlanin viðgerast bæði í landsstýrissamgonguni og í løgtinginum.

Tí ber heldur ikki til endaliga at staðfesta, at skúlin verður bygdur í Vági. Hendan avgerðin skal nevniliga eisini viðgerast politiskt í løgtinginum.

Men ætlan landsstýrissins er, at skúlin skal vera í Vági. Grundgevingin fyri hesum er, at íløgur mugu gerast, at búskapurin ikki er ovurupphitaður, og tað er hann ikki í Vági. Har er heldur talan um ein tørv fyri at skapa virksemi.

Karsten Hansen segði fyrr í vikuni við Sosialin, at tey, sum vara av skúlanum, mugu finna út av, um byggjast skal upp í verandi skúla í Vági, ella ein heilt nýggjur skúli skal gerast.


Ósamd um skúlan

Tá talan fyri skjótt tíggju árum síðani var um at byggja nýggjan skúladepil í Suðuroynni, tók rættuligt stríð seg upp millum Tvøroyri og Vág um, hvar nýggi skúlin skuldi liggja.

Løgtingið gjørdi tí av, at nýggi skúladepilin skuldi byggjast miðskeiðis í oynni, nevniliga í Hovi. Hendan ætlan gjørdist tó ikki veruleiki, men í staðin varð gamla posthúsið í Vági umvælt, og skúlin varð savnaður í Vági í fólkaskúlanum og í nýumvælda skúlanum. Áðrenn hetta var HF skeiðið bæði áTvøroyri og í Vági.