Studentaskúlin fyri vanbýti

Studentaskúlin í Hoydølum fær nærum einki til viðlíkahald, tí ein nýggjur skúli skal gerast. Kortini verður hesin skúlin ikki bygdur tey næstu tíggju árini

Í fleiri ár hevur studentaskúlin í Hoydølum verið fyri vanbýti. Síðan tað kom fram í 1997, at nýggjur skúli skuldi byggjast í Marknagili, hava politikararnir treyðugt sett pening av til skúlan.

­ Ein trupulleiki hjá okkum er, at skúlin seinastu árini ikki hevur fingið pening til viðlíkahald, tí ført verður fram, at vit fáa ein nýggjan skúla. Men henda ætlanin verður so hvørt útsett, sigur Jóhann Hendrik Dahl, inspektørur og vararektari á studentaskúlanum í Hoydølum.

­ Skúlin er niðurslitin og líkur slettis ikki nútímans krøv. Tað er bert ein spurningur um tíð, so brennir alt saman, sigur hann.


Long bíðitíð

Sambært nýggju verklagsætlanini hjá landsstýrismanninum við fíggjarmálum, so verður ætlanin at seta pening av fryst í nøkur ár. Og áður hevur verið frammi, at byggingin av nýggjum skúlamiðdepli fór at taka eini 7 ár.

Sostatt skulu nógvar pisur úr reiðrinum í Hoydølum, áðrenn nýggi skúlin stendur liðugur.

­ Skulu vit verða verandi í Hoydølum tey næstu tíggju ella tólv árini, so mugu vit hava fitt av peningi til viðlíkahald og ikki minst til útbygging á staðnum, sigur Jóhann Hendrik Dahl.

Vararektarin leggur aftrat, at talan verður ikki um eina bíliga loysn, tí gamlir bygningar kosta nógv at gera í stand.


Skuffaðir

Jóhann Hendrik Dahl sigur seg væl skilja, at man ikki vil yvirupphita búskapin.

­ Men tað er eisini nakað sum eitir tørvur, og hesin má nøktast, sigur vararektarin og leggur aftrat, at tey í Hoydølum gerast ómetaliga hørm, um ætlanin einaferð enn verður útsett.

Studentaskúlin í Hoydølum er elligamal. Serstovurnar eru gjørdar til eina gamla skipan við ávísum næmingatali.

­ Í dag er alt broytt. Vit hava nógv fleiri næmingar og krøvini til undirvísingina vaksa og broytast støðugt. Tað er risastórur tørvur á serstovum. Vit mugu hava ein nýggjan skúla, so einfalt er tað, sigur vararektarin í Hoydølum.

­ Fáa vit ikki nýggja skúlan innan eina rímiliga tíð, so skramblar alt saman, leggur hann aftrat.