Studentaskúlin skal byggjast við Marknagilsvegin áðrenn Tekniskur Skúli og Handilsskúlin. Studentaskúlin hevur bráðfeingis tørv og sleppur framat fyrst. Hetta veit útvarpið hjá Kringvarpinum at siga frá landsstýriskvinnuni í skúlamálum, Kristinu Háfoss.
- Samgongan hevur gjørt av, at studentaskúlin skal inn fyrst, tí har er bráðfeingis tørvur, sigur hon.
Kortini verður eisini neyðugt at gera á ábøtur á skúlan í Hoydølum fyri einar 30 milliónir krónur, tí Arbeiðseftirlitið hóttir við at stongja skúlan, um ábøtur ikki verða gjørdar beinanvegin.
- Studentaskúlin í Hoydølum er so niðurslitin, at vit mugu finna eina loysn skjótast, sigur Kristina Háfoss.
Tær 450 milliónirnar, sum miðnámsskúladepilin fer at kosta, skulu fíggjast innan fyri íløgukarmin hjá landsstýrinum.
Á sínum fyrsta samgongufundi fyrradagin gjørdu samgongan av, at nýggi skúlin skal byggjast við Marknagilsvegin, sum partur av skúladeplinum har eisini tekniskur skúli og handilsskúli skulu byggjast.
Sambært útvarpinum er semja um at arbeiða víðari við ætlanini, sum Árni Winther, arkitektur, gjørdi saman við MAP Arkitektum, í 2003.