Studentar kunnu søkja á Náttúruvísindadeildina

Í summar verður nýtt hold av studentum tikið upp til Náttúruvísindadeildina á Fróðskaparsetrinum. Skipanin viðvíkjandi næmingaupptøku er, at lívfrøðilesandi verða tikin upp í ólíka árstali, meðan onnur verða tikin upp í líka árstali. Tvs at upptøka verður til stødd-/alisfrøðiligu linjuna í 2000.

Skipanin

Útbúgvingarnar eru í tveimum liðum, har fyrstu 2 árini er ein náttúruvísindalig støðisútbúgving, og seinni 1-1_ ára parturin er ein yvirbygningur. Í lestrarskipanini eru verkfrøðingaútbúgvingar innan kolvetni og ravmagn, sum taka tilsamans 3 _ ár, og 3 ára útbúgvingar til jarðalisfrøðing og teldufrøðing. Útbúgvingarnar nevnast Bachelor of Science, stytt BS.

Fakliga støðið í útbúgvingunum á Náttúruvísindadeildini er fult á hædd við tilsvarandi útbúgvingar í útlondum, og tí ber eisini væl til at útbúgva seg víðari aðrastaðni eftir lokna útbúgving á Náttúruvísindadeildini.


Støðisútbúgving

Tvey ára stødd-/alisfrøðiliga støðisútbúgvingin er rættiliga eins, uttan mun til hvørja BS-útbúgving ein tekur omaná. Tí er ein ikki fastlæstur í sínum vali av útbúgving frá fyrsta lestrardegi. Støðisútbúgvingin gevur eitt sterkt fakligt grundarlag í støddfrøði, alisfrøði, teldufrøði og í grundtekniskum greinum.

Inngangsstøðið er støddfrøðiligt studentsprógv ella HT, við stødd-, alis- og evnafrøði á ávikavist A-, B- og C-stigi. Eftir meting kunnu aðrar útbúgvingar við javnsettum kunnleikastøði verða góðkendar sum grundarlag fyri upptøku.


BS-útbúgvingar

Teldufrøði og jarðalisfrøði taka 1 ár oman á støðisútbúgvingina, meðan verkfrøðingaútbúgvingarnar í ravmagns- og kolvetnisverkfrøði taka 1_ ár aftrat støðisútbúgvingini. BS-útbúgvingarnar enda við eini verkætlan, ið tekur 2-4 mánaða arbeiði (heft av útbúgving). Verkætlanir verða vanliga gjørdar í samstarvi við stovnar og vinnulív í Føroyum.


Kolvetnisverkfrøði

Útbúgvingin til kolvetnisverkfrøðing er tann nýggjasta á Náttúruvísindadeildini. Hon tekur tilsamans 3_ ár, og verður bygd á ta útbúgvingarskipan, ið frammanundan er á Náttúruvísindadeildini. Tey 1_ árini oman á støðisútbúgvingina innihalda ymisk evni, so sum oljujarðfrøði, boring eftir olju, mátingar í boriholum og nakað um olju- og gassframleiðslu. Eitt sindur er eisini um samfelags- og búskaparviðurskifti. Endað verður við eini verkætlan, ið tekur út við 4 mánaðir, har arbeitt verður við einum valdum evni. Fimm teir fyrstu kolvetnisverkfrøðingarnir frá Náttúruvísindadeildini eru um at verða lidnir við næsta lestrarár sítt, og verða teir lidnir við útbúgvingina um árskiftið 2001/2002. Holdið, ið byrjar í summar, verður tað næsta, ið fær hendan møguleikan.


Stakskeið

Útbúgvingarnar á Náttúruvísindadeildini eru bygdar upp í modulum, og tí ber til at melda seg til og taka prógv í einstøkum modulum á útbúgvingum, sum eru ígongd. Hetta er í summum førum eisini ein eftirútbúgvingarmøguleiki hjá fólki, ið hava verið burtur frá einum faki í eina tíð.


Fleiri upplýsingar

Meiri útgreinaðir upplýsingar um fakligu samansetingina av útbúgvingunum fáast við at venda sær til Náttúruvísindadeildina í Nóatúni, 100 Tórshavn. Umsóknarfreistin er til 30. juni 2000.

Eisini ber til at fáa nærri upplýsingar á heimasíðuni, sum hevur adressuna www.sleipnir.fo/setur/nvd.