Studentar harta Rigmor Dam

 Tað hevur havt álvarsligar avleiðingar, at Fróðskaparsetrið hevur verið tvingað til at seta sparingar í verk.

 

Tað staðfesta tey í Felagnum Føroyskra studenta, MFS.

 

Tey vísa á, at avleiðingarnar hava verið, at vallærugreinar eru dotnar burtur, starvslærur eru strikaðar, og hølisviðurskiftini eru, í fleiri førum, alt annað enn nøktandi, og alt hetta ávirkar dygdina í útbúgvingunum á Setrinum

 

Og nú fíggjarlógin fyri næsta ár er løgd fram, er ætlanin at seta 95,9 milliónir krónur av til Fróðskaparsetur Føroya.

 

Tað er ein upphædd, ið hvørki kann varðveita, ella menna virksemi, á Setrinum, sigur MFS.

 

Tey vísa á, at síðan 2013 er talið á lesandi økt  60 prosent, og sostatt er nú yvir 1000 lesandi.

 

Hettaer er ein gongd, tey í MFS taka undir við, men tey siga, at hetta hevur bara borið til tí at Setrið hevur fingið fleiri útbúgvingar.

 

Tað er landsstýriskvinnan í mentamálum, Rigmor Dam, ikki samd í.

 

Tey vísa á, at landsstýriskvinnan segði á tingsins røðarapalli í gjár, at Fróðskaparsetrið hevur verið ábyrgdarleyst, tá tey hava sett enn fleiri útbúgvingar í verk enn tey hava fígging til.  

 

Men orsøkin til at Fróðskaparsetrið hevur sett fleiri útbúgvingar á stovn, er tí at tað hevur verið eitt politiskt ynski, eitt nú fyri at steðga fráflytingini.

 

Leiðslan á Fróðskaparsetrinum hevur víst á, at skal Setrið varðveita núverandi virksemið, má játtanin hækkast sjey milliónur.

 

Men fyri at menna virksemið á Fróðskaparsetrinum, og sostatt geva lesandi í Føroyum eina útbúgving við góðsku, skal játtanin hækkast 20 milliónir krónur.

 

–  Vit heita á Løgtingið at halda upp atvið lappaloysnum og miða eftir einum Fróðskaparsetri, ið er kappingarført við aðrar altjóðaviðurkendar útbúgvingarstovnar, sigur MFS.

 

Rigmor Dam legði millum annað dent á, at tað ikki er gagnligt fyri Fróðskaparsetrið, at tey ferð eftir ferð biðja um eykajáttan.

 

Hesum eru vit púra samd í, men ikki av somu orsøk sum Rigmor Dam. Rigmor róði fram undir, at tað skaðar umdømið hjá Setrinum at biðja um eykajáttan hvørt ár. Vit halda hinvegin, at tað forðar fyri samfelagsmenningini í Føroyum, at vit ikki megna at fíggja ein vitanar- og útbúgvingarstovn sum Setrið.

 

Tey íMFSvísa á, at nettupp Fróðskaparsetrið hevur verið eitt kjarnuamboð, í royndini at venda gongdini við fólkafráflyting.

 

– Hesin sami, sum eigur stóran part í vitanar- og trivnaðarmenningini á Føroya landi og tí heita vit á Landsstýrið um at hækka játtanina til Fróðskaparsetur Føroya, siga tey í MFS