Stubbin átti sín uppruna í Kvívík. Tað vóru hjúnini Ann og Kári Hansen, sum tóku stig til handilin, sum serliga vendir sær til frítíðarfólkið.
- Vit byrjaðu í Kvívík, har vit búgva, fyri umleið fimm árum. Hetta er ein handil, sum serliga er ætlaður frítíðarfólki ella fólki við uttandura frítíðar áhugum, sigur Kári Hansen.
Navnið á handlinum sigur seg næstan sjálvt.
- Nú búgva vit í Kvívík, og sum øllum kunnugt vera kvívíkingar róptir stubbar, so hvat var meiri náttúrligt enn at nevna handilin Stubbin, sigur Kári Hansen.
Handilin byrjaði í einum hølum í Kvívík, men virksemið vaks so skjótt, at tað var næstan beinanvegin, at hølini gjørdust og trong.
- Vit fingu so avtalu í lag við eigararnar av bygninginum, har Timburhandilin í Vestmanna hevði hildið til, og leigaðu ein part av honum. Seinni keyptu vit so bygningin, og her halda vit til enn, sigur Kári Hansen.
Tað er sum nevnt útgerð til frítíðarfólkið, sum handilin selur, og har hava húsvognar fylt sera nógv – serliga í umsetninginum.
- Vit hava selt sera nógvar húsvognar, í meðal um 40 um árið. Okkurt árið nakrar færri onnur ár nakrar fleiri. Hartil koma so frítíðarbátarnir, sum vit eisini hava selt rættiliga fitt av, sigur Kári Hansen.
Nýggjan makkara
Tá tíðirnar versna, eru tað nøkur øki, sum verða fyrst rakt. Klassiskt er tað lýsingarfyritøkur innan handil, men eisini marglætishandlar og frítíðarhandlar. Og Stubbin kemur undir seinast nevnda.
- Enn er eitt sindur trupult at siga, um og hvussu sonevnda fíggjarkreppan rakar okkum. November til mars eru altíð slakir mánaðir í húsvognasølu, og tað sama kann sigast um søluna av frítíðarbátum. Men tað er væl hugsandi, at fólk aftra seg við at keypa slíka útgerð, tá tíðirnar ikki eru so góðar, og tað er eisini tí, at vit hava gjørt av at selja út av goymsluni, sigur Kári Hansen.
Stubbin hevur í løtuni einar seks húsvognar á goymslu, og við versnandi útlitunum vilja eigararnir minka um »deyða kapitalin«, sum teir orða seg.
Fyri umleið tveimum árum síðani, nakað væl eftir at fyritøkan var flutt til Vestmanna, kom ein nýggjur partaeigari við í Stubban. Tað er Leif Klein, sum orsakað av stórum virksemi legðist aftrat.
Tey trý hava so rikið fyritøkuna fram til dagin í dag, og umframt húsvognar og frítíðarbátar eru í bygninginum rúmlig handilshøli, við alskyns útgerð til frítíðarfólkið, alt frá sjónvørpum til húsvognar til sílahúkar.
- Vit mugu bara staðfesta, at tíðirnar ikki í løtuni eru tað, tær hava verið, og so mugu vit bara laga okkum til tað, sigur Kári Hansen.