Stubbar úr ítróttarheiminum

FCK n_ggjan spælara
FC Keypmannahavn hevur keypt ein n_ggjan spælara. Talan er um finska landsli_sspælaran Janne Saarinen, sum seinasta ári_ hevur spælt fyri 1860 München. Saarinen er 27 ára gamal, hann er vinstri bakkur og hevur spælt 30 dystir á finska landsli_num.
- Vit hava fylgt honum í eina tí_, bæ_i í T_sklandi og á landsli_num, og vit eru sera fegnir um, at vit hava fingi_ ein sáttmála vi_ hann. Hann hevur nógvar royndir frá Chamipons League og av finska landsli_num, og ta_ fara vit at fáa gle_i av, sigur ítróttarstjórin í FCK, Niels Christian Holmstrøm.


Allan Nielsen gevst.
Fyrrverandi danski landsli_sspælarin Allan Nielsen, sum hevur spælt fyri feløg sum Bayern München, Tottenham, FCK og Brøndby, hevur gjørt av at gevast sum spælari. Allan Nielsen fer ísta_in at leggja alla orku í venjarastarvi_, sum hann hevur í Herfølge.
- Ta_ eydna_ist okkum at styrkja li_i_, og tí kann Allan Nielsen gevast at spæla. Ta_ er hansara egna ynski, men ta_ merkir ikki, at vit ikki kunnu síggja hann aftur á vøllinum, um vit koma at mangla spælarar, sigur Nick Gaardhøje, stjóri í Herfølge vi_ bold.dk.
Allan Nielsen spældi 44 landsdystir fyri Danmark og skora_i sjey mál.


Buffon í ø_ini
Bæ_i Danmark og Svøríki komu ví_ari til fjór_ingsfinalurnar í EM-kappingini í Portugal, eftir at londini spældu javnleik 2-2. Italia, sum í sí_stu løtu megna_i at vinna á Bulgaria, kom ikki ví_ari, og ta_ komst av, at nor_urlondini spældu javnleik.
Undan dystinum var nógv tosa_ um, at júst 2-2 javnleikur fór at senda Danmark og Svøríki ví_ari, og italiumenn tosa_u um avtala_ spæl millum brø_ratjó_irnar í nor_i.
Italski málverjin Gianluigi Buffon var í ø_ini um javnleikin hjá Danmark og Svøríki, og hann helt, at danir og sviar skuldu skamma seg.
- Eg helt ikki, at slíkt kundi hendi vi_ tveimum londum, sum siga seg taka undir vi_ Fair paly andanum, seg_i Buffon.
Ein av stóru spælarunum á danska li_num, Jesper Grønkjær, seg_i eftir dystin, li_ini á ongan hátt royndu at spæla javnleik.
- Vit spældu fyri at vinna dystin, og at bæ_i li_ini seinastu tveir minuttirnar vóru nøgd vi_ javnleikin, sæst aftur á vøllinum, men lat okkum ikki gera meira burtur úr tí, seg_i Jesper Grønkjær.

Niclas Jensen skaddur
Væl spælandi vinstri bakkurin á danska landsli_num, Niclas Jensen, ver_ur neyvan vi_ í fjór_ingsfinaluni ímóti Kekkia. Hann fekk ein djúpa skeinu í skinnabeini og noyddist av vøllinum í hálvleikinum í dystinum ímóti Svøríki.
- Eg var_ stempla_ur inn á skinnabeini_, og í hálvleikinum vísti ta_ seg, at sári_ var opi_ inn á bein. Eg er seyma_ur vi_ trimum pnetum, so í fyrstu syftu missi eg helst fjór_ingsfinaluna, seg_i Niclas Jensen vi_ DR t_skvøldi_.
Danir kunnu tó fegnast um, at avloysarin hjá Niclas Jensen í verjuni, Kasper Bøgelund, spældi ein sera gó_an seinna hálvleik ímóti Svøríki.