Stubbar frá landsfundi Fólkafloksins 2

Landsfelagið hálvt hundrað

Landsfelagið hjá Fólkaflokkinum fyllir í ár 50 ár. Landsfundurin hjá flokkinum leygardagin á Hotel Hafnia tí hin 50. í tali. Hóast hann er komin nakað til árs var ein av stovnarum landsfelagsins, Dánjal Pauli Danielsen ella Dánjal Pauli í Búðini, sum hann verður róptur, millum luttakararnar landsfundinum hjá Fólkaflokkinum leygardagin. Hinir stovnararnir vóru.....
.páll


Fjaldur politikkur handan búskaparfrøðina

Í seinastu konjukturfrágreiðingini finst Búskaparráðið at politikarunum fyri at lata seráhugamál í vinnuni stýra politikkinum. Bjarni Djurholm er landsstýrismaður í vinnumálum og hann heldur lítið um niðurstøðuna hjá búskaparráðnum, og tað lat hann ongan iva vera um á landsfundinum leygardagin.
-Vit reka í løtuni sama vinnupolitikk, sum vit hava gjørt seinastu mongu árini, men kortini hevur Búskaparráðið einki sagt í sínum árligu frágreiðinum frá 2001 um hesi viðurskifti. Fyri mær at síggja er tað tí einki annað enn fjaldur politikkur handan búskaparfrøðina, sum Búskaparráðið førir fram í sínari niðurstøðu, helt Bjarni Djurholm.
Hvørji politisk ørindi landsstýrismaðurin í vinnumálum heldur Búskaparráðið renna er óivað fyri Tjóðveldisflokkin, tí hetta uppáhald hevur Bjarni Djurholm fyrr havt.
.páll

Leggja valini saman

Í sínum innleggi á landsfundinum hjá Fólkaflokkinum leygardagin nevndi landsstýrismaðurin í mentamálum, Jógvan á Lakjuni, at hann metti tað vera skilagott, at leggja skúlaráðsvalini og kommunuvalið saman aftur fyri at kveikja áhugan fyri skúlaráðsvalunum
Á skúlaráðsvalinum í ár var lítil og eingin áhugi millum foreldrini at luttaka.
.páll


Fáorðaður um útlendingarnar

Landsstýrismaðurin í innlendismálum, Jógvan við Keldu, hevur í sínum fyrsta ári sum landsstýrismaður verið undir hørðum ákoyringum í samband við handfaringina av útlendingapolitikkinum. Hóast evnið hevur eitt heitt epli hjá landsstýrismanninum, so nýtti hann ikki stóra orku undir sínum innleggi leygardagin á landsfundinum til útlendingar-heldur hinvegin.
Tað einasta limirnir í Fólkaflokkinum fingu at vita var, at hann arbeiddi við spurninginum.
.páll

MYND: Tað var ein sera rørdur Dánjal Pauli Danielsen, sum helt røðu við døgurðan á 50. landsfundinum hjá Fólkaflokkinum leygarkvøldið.
Millum annað greiddi hann frá, hvussu flokkurin varð stovnaður og mintist á allar teir, sum ikki eru millum okkara longur.
MYND: Rúna Sivertsen