Stuðulstiltak og minniskonsert fyri Rasmussi Rasmussen

Umfatandi stuðulstiltak fyri sálarsjúk fer á rull í Sjónleikarhúsinum í Havn leygarkvøldið klokkan 21

Rasmus Rasmussen var sálarsjúkur, og á sjálvum altjóða sálarsjúkudegnum mikudagin 10. Oktober doyði hann.
Hetta vildi barndnómsvinurin, Hergeir Staksberg, gera nakað við. Hann setti sær fyri at savna inn pening til ætlaða Fountain House, sum tað almenna ikki vil stuðla.
Í hesum sambandi hevur Hergeir Staksberg stovnað ein grunn til frama fyri eitt Fountain House.
Fyrsta tiltakið verður ein stuðulskonsert, sum verður í Sjónleikarhúsinum í Havn leygarkvøldið klokkan 21.
Tað verða kend nøvn sum Hanus G. Johansen , Makrel, 200, Diatribes og Sveinur, sum fara á pallin. Rasmus Rasmussen spældi gittar í bæði Makrel og Diatribes, og í teimum báðum bólkunum fara ávikavist Benjamin Petersen og Leivur Thomsen at hava leiklutin hjá Rasmusi á gittaranum.
Umframt tónlek, so verða tað eisini tveir fyrilestrar á skránni. Stigtakararnir til Fountain House fara at greiða frá verkætlanini og Heri Kraagesten fer at greiða frá um sálarsjúku.

Ein stór hjálp til sálarsjúk
Fyri nøkrum árum síðani gjørdi ein arbeiðsbólkur eina fullfíggjaða verkætlan til eitt Fountain House í Føroyum, men enn er landið ikki sinnað at stuðla verkætlanini fíggjarliga.
Fountain House er eitt arbeiðsrættað tilboð, har sálarsjúk fólk kunnu venja sínar arbeiðsførleikar og sínar sosialu førleikar, soleiðis at tey betur verða før fyri at koma út aftur á arbeiðsmarknaðin ella í skúla. Tey læra at fáa ein skipaðan gerandisdag.

- Tað er tørvur á einum slíkum húsi, tí tá ið sálarsjúk fólk hava verið innløgd, hava tey einki at koma út aftur til, sigur Súsanna Winther Poulsen.
Tað liggur í kortunum, at gerast skal eitt uppsøkjandi arbeiði fyri at hjálpa hesum sjúku fólkunum á føtur aftur, soleiðis at tey kunnu virka bæði á almenna og privata arbeiðsmarknaðinum.
I húsinum skulu tey hava ymiskar praktiskar uppgávur, og tey verða limir í húsinum eins og í stýrisbólkinum fyri Fountain House.
Í løtuni leigar Sinnisbati gamla Vertshúsið yvirav sjónleikarahúsinum, og alt er klárt til at kunna byrja. Tað vantar bara peningur.
- Vit hava víst á, at eitt slíkt hús loysir seg eisini fyri samfelagið, tí fíggjarætlanin er bara 2,5 mió. krónur um árið. Peningurin er skjótt spardur inn aftur, um bara nøkur verða hjálpt. Ein song á psykiatrisku deild kostar 3000 krónur um samdøgrið, sigur Súsanna Winther Poulsen.
Tey hugsa sær, at 50 fólk kunnu verða knýtt at húsinum um vikuna.
450 slík Fountain House eru í 32 londum, og at teimum eru knýtt 55.000 fólk. Nógv gransking er knýtt at húsunum, og royndirnar eru, at færri og færri gera afturstig.
- Vit vóna, at nógv fólk koma til stuðulskonsertina og vilja stuðla annars, so Fountain House kann lata upp skjótt, siga Hergeir Staksberg og Súsanna Winther Poulsen.
Vilja fólk stuðla, hevur grunnurin kontu í Eik: 9181-1677286.