Tað er samkoman Elim í Søldarfirði, sum stendur fyri tiltakinum. Ljós verður varpað á tað hjálpararbeiði, sum verður gjørt í Rumenia, og fólk fáa møguleika at vera við til at stuðla arbeiðinum. Tað kostar ikki at koma inn, men tað verður høvi at lata eina peningagávu, meðan tiltakið er. Allur peningurin sum kemur inn fer óskerdur til at hjálpa einstaklingum, trongdum familjum, barnaheimum og Aids-raktum í økinum.
Nógv ymiskt fólk framføra sum t.d. TOS við Bárði á Lakjuni, Brita og Eli Smith, Jóhannes Poulsen, Jens Chr. Olsen, Jóannis S. Hansen, Hallur Joensen, Kristina Bærentsen og duddi, eins og Beinta og Absalon Áargarð við dukkunum. Myndafrásagnir og filmsklipp verða víst millum framførslurnar, har Andrea Isaksen og Anna Maria E. Antoniussen greiða frá um hjálpararbeiði. Eisini verður nógvur felagssangur. Fyrireikararnir siga, at øll eru vælkomin til hetta kvøldið, her verður okkurt til fólk í øllum aldri. Tiltakið endar við einum drekkamunni til øll.