Tiltakið miðaði eftir at savna inn pening til arbeiðið, sum føroyskir trúboðarar gera í Ukraine, Kenya og Rumenien. Og væl varð savnað inn.
- Vit høvdu vónað at kunna savna inn einar 50.000 kr. Men vit eru nú farin væl upp um 100.000 kr., sigur Dánjal á Dul Jacobsen, sum er ein av oddamonnunum í Lindini.
Tiltakið varð hildið í samband við at útvarpsrásin fylti sjey ár farna mikudag.