Leygarkvøldið skipaði La Terasse fyri stuðulskvøldið fyri vanlukkurakta Haiti. Sjey tónleikarar, stuðlar og áhoyrarar syrgdu fyri, at umleið 25.000 krónur komu inn.
Hetta kundi Fróði Clementsen, stjóri á La Terasse, upplýsa fyri Rás2 í dag. Hann lat sera væl at tiltakinum, har millum 150 og 200 fólk vitjaðu. Somuleiðis fegnaðist Fróði Clementsen um, at tónleikararnir tóku so væl í móti spontana tiltakinum, soleiðis at sjey av okkara fremstu tónleikarum spældu til stuðulstiltakið á La Terasse.
Hesir vóru Hanus G. Johansen, Kim Hansen, Terji Rasmussen, Sámal Ravnsfjall, Martin Joensen, Tróndur Enni og Lív Næs.
Harumframt vóru eisini fleiri fyritøkur, sum stuðlaðu tiltakinum á ymsan hátt.











