Stuðulsstovnurin ikki fluttur fyribils

Tað kemur neyvan uppá tal at flyta Stuðulsstovnin til Runavíkar, í hvussu er ikki fyribils. Ikki ein króna er sett av í fíggjarlógaruppskotinum til at flyta stovnin, og landsstýrismaðurin í mentamálum hevur enn ikki tikið nakra avgerð í málinum.

Líkt er til, at avgerðin, fyrrverandi landsstýrismaðurin í mentamálum Torbjørn Jacobsen, tók fyri góðum tveimum árum síðan um at flyta Stuðulsstovnin úr Havn til Runavíkar, ikki verður framd í verki kortini.
Síðan politiska útmeldingin um at flyta stovnin kom á sumri 2000, hevur stovnurin at kalla livað í óvissuni. Eftirmaðurin hjá Torbjørn Jacobsen í Mentamálastýrinum, Óli Holm, staðfesti fyri góðum hálvum øðrum ári síðan í svari uppá fyrispurning í Løgtinginum, at avgerðin um at flyta stovnin til Runavíkar stóð við, og hann setti eisini í verk eina kanning av støðuni hjá Stuðulsstovninum. Kanningin vísti, at mótstøða var innanhýsis á stovninum móti at flyta til Runavíkar, og síðan er einki hent í málinum.
Tá Annlis Bjarkhamar í summar tók við sum landsstýrsmaður í mentamálum boðaði hon frá, at framtíðin hjá Stuðulsstovninum skuldi takast upp til nýggja viðgerð. Landsstýrismaðurin vil hava greiðu á, hvør uppgávan hjá Stuðulsstovninum verður í framtíðini, og hvar og hvussu henda uppgáva kann røkjast best. Hesar spurningar verður framvegis arbeitt við í Mentamálaráðnum, men niðurstøða er ikki gjørd. Tí hevur Annlis Bjarkhamar enn ikki tikið støðu í málinum.
- Tað er greitt, at politiska útmeldingin hjá undanmanni mínum um at flyta Stuðulsstovnin stendur við, til ein onnur avgerð er tikin, sigur Annlis Bjarkhamar. Hon vísir tó á, at eftir hennara tykki er skilabest at fáa eina mynd av, hvønn profil Stuðulsstovnurin skal hava í framtíðini, áðrenn stovnurin verður fluttur. Millum annað verður arbeitt við, í hvønn mun tað ber til at samanfletta ráðgevingaruppgávur við tær uppgávur, sum Stuðulsstovnurin í dag røkir.

Eingir pengar til flyting
Hóast spurningarnir um framtíðarstøðu Stuðulsstovnsins hava verið nógv umrøddir í Mentamálaráðnum, so ber til at lesa burturúr fíggjarlógaruppskotinum fyri næsta ár, at stovnurin neyvan verður fluttur fyribils. Hóast tað fyriliggur ein politisk avgerð um at flyta stovnin, so er ikki ein króna sett av til endamálið næsta ár, og heldur ikki í langtíðarætlanunum er nøkur játtan at hóma.
Annlis Bjarkhamar vil ikki siga, hvørt manglandi játtanin skal tulkast sum um at avgerð longu er tikin í Mentamálaráðnum um, at Stuðulsstovnurin ikki verður fluttur kortini. Hon ásannar tó, at skuldi hon komið til ta niðurstøðu, at rættast er at flyta stovnin, so kann tað gerast sera trupult at finna pengar til endamálið, tá einki er sett av í fíggjarlógaruppskotinum. Til ber sjálvsagt at játta pengar við eini eykajáttanarlóg, men mest sannlíkt er tó, at landsstýrismaðurin verður noydd at finna pengarnar aðrastaðni á verandi játtan til útbúgving og gransking, skal stovnurin flytast. Út frá hesum er mest sannlíkt, at Stuðulsstovnurin, eisini næsta ár fer at húsast í hølunum hjá Mentamálaráðnum við Hoyvíksvegin í Havn.
Landsstýrismaðurin í mentamálum sigur, at hon vónar at fáa greiðu á, hvør framtíðar uppgávan hjá Stuðulsstovninum skal vera, innan heilt stutta tíð.