Nýggja navnið á Stuðulsstovninum er í dag avdúkað. Og sum mótin hevur verið seinastu árini, er tað ikki so løgið, nýggja navnið er Studni. Stuðulsstovnurin boðar í dag frá navnabroyting.
Um orsøkina til, at stovnurin skuldi hava nýtt navn, sigur Studni soleiðis:
- Tá ið Stuðulsstovnurin varð settur á stovn í 1988, varð fyrst og fremst hugsað um peningaligan stuðul, tá ið orðið stuðul varð nevnt, til dømis stuðul til fiskivinnuna ella lestrarstuðul. Í dag hevur stuðul ofta merkingina: at stuðla menningartarnaðum ella fólki við sálarligum ella likamligum breki. Tað er ikki so sjáldan, at starvsfólkini á Stuðulsstovninum møta hesi uppfatan, tá ið tey siga, at tey arbeiða á Stuðulsstovninum. Hetta er ein av orsøkunum til navnabroytingina.
- Ein onnur orsøk til at broyta navnið er, at Stuðulsstovnurin ofta verður blandaður saman við aðrar stovnar. Talan er altíð um stovnar, ið taka sær av fólki við breki. Til dømis hevur Stuðulsstovnurin ofta verið blandaður saman við Sernámsdepilin, og fólk hugsa ofta eisini um Stuðulstænastuna hjá Nærverkinum og Stuðulsfólkaskipanina hjá Almannastovuni, tá ið tosað verður um Stuðulsstovnin. Aðrir líknandi stovnar eru Stuðulsstovan og Stuðulstoymið.
Grundgevingarnar fyri at velja orðið Studni sum nýtt navn eru fleiri.
Studni er gamalt føroyskt orð, ið ikki verður nýtt longur.
Studni er snøgt, stutt orð, ið bert hevur altjóða bókstavir.
Studni skapar hugasamband til orð sum studning, stuðul, student og at studera.
Studni er lætt at benda.
Tað er John Dalsgarð, ið eigur hugskotið til navnið Studni.