Í samband við verkætlanina at umskapa saltsiloina á Drelnesi til konserthús, verður peningurin frá stuðulskonsertini á jóansøku handaður í siloini í morgin. Í samband við stórslidnu verkætlanina at umskapa saltsiloina á Drelnesi til Føroya stórsta konserthús, verður peningurin frá stuðulskonsertini á jóansøku handaður Ólavi Rasmussen, samskipara, inni í siloini fríggjadagin 8/1 kl. 17:00.
Tað er Kristian Holbæk sum handar kekkin vegna Suðuroyar Tónleikafelag. Borgarstjórin á Tvøroyri, Kristin Michelsen, sigur nøkur orð, eins og samskiparin Ólavur Rasmussen.
Brandur Enni, Tróndur Enni og Eyðun Nolsøe framføra nøkur løg. Øll eru hjartaliga vælkomin á Drelnesi hesa løtuna, nú spenningurin økist um lagnuna hjá hesum heilt serstaka bygninum. Eisini verður okkurt at leska sær við, siga fyrireikararnir í tíðindaskrivi.