Stuðulskonsert í Leirvíkar kirkju

Sunnudagin verður konsert í Leirvíkar kirkju. Fleiri luttakarar verða við og stuðulin, ið latin verður, fer til gøtubørn í Ukraine

Konsertir

Nú Leirvíkar kirkja aftur er tikin í brúk, hava fleiri konsertir verið á skránni.
Seinasta sunnudag var konsert við Felagskórinum Gøta-Leirvík, og seinasta hóskvøld var konsert við Trífljóð og Leirvíkar Gentukóri.
Komandi sunnudag verður aftur konsert í Leirvíkar kirkju, og hendan dagin verða fleiri ymiskir luttakarar við.
Trífljóð er heiti á floytutrio við Jonnu Sjúrðarberg, Anju Andreasen og Olgu Eysturstein. Tær tríggjar hava traðkað sínar barnaskógvar í musikkskúlaskipanini. Jonna og Olga vóru nevniliga millum fyrstu næmingarnar í Leirvík og Anja á sama hátt í Vágunum.
Hóskvøldið spældu Jonna, Anja og Olga nakrar jólasangir, og tær framførdu eisini Sjey Schumann stykki. Sum navnið sigur, eru hetta sjey stykki eftir kenda tónaskaldið, Robert Schumann. Hesi eru løgd til rættis fyri floytutrio.
Hetta er fimta árið á rað, at Leirvíkar Gentukór er við á jólakonsert. Leiðari er Dánjal Eysturstein. Tær syngja jólasangir, og úr Messe Basse eftir Gabriel Fauré syngja tær Agnus Deus. Tað er Heðin Kambsdal, sum hevur urgufylgispæl, og Bárður á Lakjuni spælir bass.
Sum nevnt, verða fleiri ymiskir luttakarar við á konsertini sunnudagin, ið er til frama fyri gøtubørn í Ukraine.