United Voices, Tuxedo Rebels og Braquet fara at spæla á eini konsert til frama fyri útlandsferð hjá Vága Musikkskúla
Tað eru foreldur og næmingar á Vága Musikkskúla, sum hava tikið stig til hesa stórslignu konsert, sum verður í høllini á Giljanesi, tann 7. mei.
Bólkarnir, sum fara á pallin hetta kvøldið, eru meiri ella minni kendir í føroyskum tónleikahøpi. United Voices nýta ikki nærri framløgu. Hetta er ein serstakliga væl samansettur sangbólkur, sum hevur bergtikið at kalla øll, sum hava hoyrt tey. Nú verður so høvi at hoyra tey framføra undurfullan tónleik í Vágunum.
Bólkurin Tuxedo Rebels er enn eitt óskrivað blað í føroyskari tónleikasøgu, men teir, sum manna bólkin eru kanska ikki so óskrivaðir. Talan er nevnliga um Knút Háberg Eysturstein og Petur Pólson, sum kanska eru betur kendir frá bólkum sum Gestir og Clickhaze. Teir hava í seinastuni arbeitt saman við komandi solofløguni hjá Peturi Pólson, sum væntandi kemur í seinni í summar. Teir hava eisini spælt nakrar konsertir undir navninum Tuxedo Rebels, har teir fyri tað mesta framføra akustisk løg eftir navnframum fyrimyndum.
Tónleikabólkurin Braquet verður eisini at hoyra hetta kvøldið. Bólkurin hevur eftir sera stutta tíð megna at staðfesta seg sum eitt tað besta føroyska boðið upp á ein superharðan, rokkutan gospelbólk. Teir hava givið út sína fyrstu fløgu, teir hava luttikið á Prix Føroyum tvær ferðir, og teir hava eisini hitað upp fyri amerikanska stórbólkin Petra, sum varð og vitjaði í Føroyum herfyri. Arni Zachariassen, guitarúrmælingur og ein av oddamonnunum í Braquet, hevur eisini verið guitarleikari hjá klaksvíksbólkinum I Am.
Næmingar og kór úr Musikkskúlanum fara eisini at leggja fyri við onkrum hetta kvøldið, sum tykist at verða eitt sera spennandi og áhugavert kvøld.
Einki tunnilsgjald
Leygadagurin 7. mei verður ikki bert karmur um stórsligna konsert í Ítróttarhøllini á Giljanesi, men henda sama dagin er onki gjald fyri at koyra gjøgnum undirsjóvartunnilin, so tað kann væntast at verða sera fólkamikið vesturi í Vágum henda dagin, so tað ræður um at vera skjótur ávegis, um einum skal roknast við at fáa pláss til hesa konsert.
Konsertin byrjar í Ítróttarhøllini á Giljanesi, leygarkvøldið 7. mei, klokkan 19.30.