Stuðuls - jólakonsert í Vágs kirkju

Á konsertini verður høvið at stuðla innsavningini hjá Í Menniskjum Góður Tokki

Sunnukvøldið verður jólakonsert í Kirkjuni í Vági, har fleiri kór í Suðuroy fara at syngja. Kórini eru: Orðið á Borðið, sum er kórið hjá Frelsunarherinum, Sumbiarkórið, Manskórið í Missiónshúsinum á Tvøroyri, Streingjakórið í Porkeri, Kvinnukór úr Ljómi og Kirkjukórið Ljómur.

 

Fyrireikararnir siga, at á konsertini verður høvi at lata átakinum, Í menniskjum góður tokki, eina gávu og aftaná konsertina verður ein drekkamunnur at fáa á kirkjuloftinum.