TÍÐINDASKRIV
Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hækkar nú stuðulin til ferðing á landi millum heimstað og arbeiðspláss úr 9 oyru upp í 37 oyru fyri hvønn kilometur oman fyri 48 kilometrar. Stuðulin til ferðing við Suðuroyarfarleiðini hækkar úr 5 krónum upp í 15 krónur fyri hvønn túr. Hækkingin er galdandi frá 1. januar í ár.
Ferðastuðulin fyri koyring millum heimstað og arbeiðspláss hækkar úr 9 oyru upp í 37 oyru fyri hvønn koyrdan kilometur omanfyri 48 kilometrar. Stuðulin til ferðaútreiðslur hevur higartil verið 37 oyru fyri hvønn kilometur, um koyringin var millum 15 og 48 kilometrar, meðan stuðulin fyri ferðing omanfyri 48 kilometrar hevur verið 9 oyru. Markið upp á 48 kilometrar verður nú tikið av soleiðis, at stuðulin er tann sami fyri allar koyrdar kilometrar oman fyri 15 kilometrar.
Stuðulin til sjóvegis ferðing hevur higartil verið 5 krónur um dagin fyri allar farleiðir. Men Suðuroyarfarleiðin er dýrari enn aðrar sjóvegis farleiðir, og tí hevur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum gjørt av at hækka hesa upphæddina. Stuðulin til sjóvegis ferðing fæst, óansæð um man ferðast hvønn dag ella um man ferðast frá arbeiðsplássinum fyrst í vikuni og heim aftur seinast í vikuni.
Løgtingið samtykti 22. mars í ár broytingar í løgtingslóg nr. 93 frá 6. juni 1997 um stuðul til ferðaútreiðslur, og broytingarnar gera tað møguligt nú at broyta stuðulsupphæddirnar. Hesar hava higartil verið ásettar við kunngerð nr. 96 frá 16 juni 2000 frá Fíggjarmálastýrinum um stuðul til ferðaútreiðslur og útreiðslur til dupult húsarhald. Tær nýggju upphæddirnar verða ásettar í eini nýggjari kunngerð, sum verður kunngjørd í Kunngerðarblaðnum í komandi viku.