Stuðulin hækkar upp í 620 krónur


Stýrið fyri eftirlønargrunnin hevur á fundi 26/09 2000 samtykt, at hækka eftirlønina úr grunninum við umleið 4 % frá 1. jan 2001, soleiðis at eftirlønin verður 620 kr um mánaðin, sum er 7.440 kr um árið. Ásetingin er galdandi fyri árið 2001. Øll, sum hava fylt 67 ár, fáa eftirløn úr grunninum.

Løgtingslógin um eftirlønargrunnin er frá 1991, men hon er broytt nakrar ferðir. Lógin ásetir, at stýrið fyri grunnin skal áseta útgjaldið eina ferð um árið fyri álmanakkaárið eftir.


Lønmóttakarar og arbeiðsgevarar hava goldið síðan 1. januar 1992, lønmóttakarar _% av lønini so hvørt og arbeiðsgevarar _% av lønunum í undanfarna ári. Eitt ársinngjald frá 1. apr 1993 - 31. mar 1994 er sambært lógarbroyting latið arbeiðsloysisskipanini sum veiting.


Eftirlønarveitingin er ásett soleiðis, at grunnurin sleppur undan at lækka hana seinni, og í staðin fyri hevur møguleika fyri at lata eina vaksandi upphædd, sum í minsta lagi veksur líka nógv sum inflatiónin.


Reglurnar um útgjald úr grunninum eru ásettar í løgtingslóg nr 39 frá 07.05.1991, sum seinast broytt við løgtingslóg nr 43 frá 09.05.1997 og í kunngerð nr 44 frá 09.05.1997. Eftir hesum reglum er tað Toll- og Skattstovan, sum stendur fyri útgjaldinum, og hvønn mánað setur veitingina á konto hjá hvørjum eftirlønarmóttakara í sparikassa, banka ella postgiro.