Stuðulin ger arbeiðið hugaligari

Høgni í Stórustovu, FSF-forseti, fegnast um, at undirtøkan fyri landsiðnum nú aftur er somikið stór, at tað ber til at fylla leiguflogfar til landsliðsferðirnar

Fótbóltur

 

Í síni tíð var núverandi fótbóltsforsetin eisini nakrar ferðir millum føroysku áskoðararnar. Millum annað tann tiltikna 12. september í 1990.

Og Høgni í Stórustovu dylur ikki fyri, at hann er sera fegin um, at tað nú aftur ber til at hava føroyskar fótbóltsfjepparar við í landsliðsferðalagnum. Nakað, sum annars ikki hevur latið seg gjørt tey árini, sum hann hevur staðið á odda fyri føroyskum fótbólti.

- Tað eru tekin í bæði sól og mánað um, at áskoðararnir nú aftur hava áhuga í at ferðast við landsliðnum, og tað er sjálvandi ein gleðilig støða hjá okkum.

- Og fyri spælararnar merkir hetta eisini ótrúliga nógv. Tí vit vita jú øll, at nakrir fáir áskoðarar á einum stórum stadion væl kunnu hoyrast. Og tað gevur ein ávísan avspenning til uppgávuna, sum jú altíð er stór, tí føroysku áskoðararnir hava altíð verið ótrúliga góðir ambassadørar fyri Føroyar, sigur Høgni í Stórustovu.

Og alt annað líka, so er tað væl ein fyrimunur hjá tykkum, at tað nú er fíggjarliga forsvarligt at ferðast við leiguflogfari, heldur enn at brúka rutuflogfør umvegis Kastrup, soleiðis sum tað hevur verið gjørt seinnu árini?

- Tað er tað sjálvandi, og bar tað til, so var tað tað, sum vit gjørdu hvørja ferð. Tað vísti seg bara, at tá úrslitini ikki vóru eftir vild, so vóru tað bara einstøk trúføst tandur, sum framvegis ynsktu at vera partur av landsliðsferðalagnum, og við bara hálvfyltum flogfari gjørdust leigutúrarnir ov dýrir. So tað er í allar mátar at fegnast um, at áhugin nú aftur er vaksandi, sigur Høgni í Stórustovu.