Alfred Olsen er ikki í iva um, at tað er ein røtt avgerð, hann hevur tikið við at taka seg aftur úr samgonguni.
– Samtyktin fór út um mítt mark, og tí var avgerðin ikki trupul í so máta, heldur Alfred Olsen, tá vit hitta hann uppi í tinginum seinnapartin hósdagin, og spyrja hann í mun til ógvusligu avgerðina, hann boðaði frá um middagsleitið hósdagin.
Avgerðin mundi koma óvart á tey flestu. Men Alfred Olsen sigur, at hann áðrenn atkvøtt bleiv um málið, hevði boðað tingformanninum frá, at hann fór at umhugsa støðu sína, um málið kom ígjøgnum.
Revsar ongan
Í blaði okkara í gjár segði Jóannes Eidesgaard, løgmaður, at tað var heilt ótrúliga langt úti av Alfred Olsen, at gera hetta til eitt samgongumál. Somuleiðis segði Jóannes Eidesgaard, at skal Alfred revsa nakran, so átti hann heldur at revsa síni egnu enn samgonguna.
Hesar atfinningar gera vit Alfred Olsen varugan við, men hann tekur tað púra róligt.
– Her er ikki talan um nakra revsing. Í Sambandsflokkinum havi eg rætt og stuðul til at hava hesa meining, eg havi, men tað føli eg ikki, at eg havi í tinginum, nú uppskotið er samtykt, sigur Alfred Olsen.
Klárur at taka fylgjurnar
Alfred Olsen er næstformaður í Sambandsflokkinum. Hann hevur stuðlað Sambandsflokkinum í nógv harrans ár. Ein avgerð, sum tann hann tók um døgurðatíð hósdagin, er ein sera stór avgerð, sum kann fáa ógvusligar avleiðingar. Hetta er Alfred Olsen greiður um, og hann er klárur at taka avleiðingarnar.
– Ja, nú mugu vit síggja hvørjar avleiðingar hetta fær. Enn haldi eg áfram sum næstformaður í flokkinum, og einasta beinleiðis avleiðing av avgerð mínari er, avgerðin sjálv um at fara úr samgonguni. Nú skal avgerð mín helst viðgerast av ymsum pørtum, og so mugu vit síggja hvat hendir, men eg eri klárur at aðrar avleiðingar við, slær Alfred Olsen, næstformaður í Sambandsflokkinum og nú fyrrverandi samgongulimur, fast.