Stuðul til stakar uppihaldarir – loksins!

Í vár samtykti løgtingið, at stakir uppihaldarir kundu fáa 500 kr fyri hvørt barnið undir 18 ár skattarfrítt mánaðarliga. Tá eg tosi við mammur og pápar, sum eru stakir uppihaldarir er greitt, at fólk í fleiri førum ikki kenna til hendan møguleikan. Vit - politikarirnir - hava ikki “brandað” tað nóg væl

Tí hesa kunning:

Hvussu søki eg?

Fær antin inn á heimasíðuna HYPERLINK "http://www.almannastovan.fo" www.almannastovan.fo og prenta tær umsóknarblaðið út ella fær inn á sjálva Almannastovuna og fá tær eitt sumsóknarblað.

Freistin at søkja er 1. september.

Tú fært peningin útgoldnan 3. hvønn mánaða.

 

Fleiri hugsa kanska, at upphæddin ikki er ovurhonds stór og nakað er um tað – vildi fegin, at hon var størri. Hinvegin fegnist eg stórliga um, at tað eydnaðist at fáa uppskotið samtykt.

Tí vit hava framvegis politikarar, hvørs hugburður er: “Nú mugu vit eisini ansa eftir, at stakir uppihaldarar ikki fáa tað so gott, at allar familjur fara í upploysn. Tí skulu vit vera varin við sovorðnum!” Eg lati orðini tala fyri seg! Og fegnist um at alsamt færri við hesum hugburði eru millum tey fólkavaldu.

Men lat okkum vóna og virka fyri, at hetta bert er byrjanin, tí eingin ivi er um, at júst familjurnar við støkum uppihaldarum eru millum teirra, sum í mongum førum hava truplast við at fáa endarnar at røkka saman. Ikki minst vegna vánaligu bústaðarmøguleikarnar.

Sum nevnt var hetta bert ein lítil áminning og kunning!