Stuðul til mentan

Týskvøldið 20. september kl. 19.30 skipar Norð­ur­land­a­húsið fyri einum kunn­ing­ar­fundi um stuðul til ment­an­ar­ligt virksemi

– Tað munnu verða fá list­a­fólk her heima, sum ikki á ein ella ann­an hátt hava nom­ið sær roynd­­ir at søkja um stuðul til til­tøk og verk­ætl­an­ir, og fyri mong teirra, er hetta kanska tann parturin av ar­bei­ð­num, sum tykist møti­mikl­ast.
Soleiðis skriva tey í Norð­ur­land­ahús­i­num. Fund­ur­in týs­kvøld­ið tek­ur støði í norð­ur­lendska ment­an­ar­grunn­i­num Kult­ur­kon­takt Nord.
– End­a­mál­ið við fund­i­num er at veit­a svar upp á nakr­ar av teim­um spurn­ing­u­num, sum stinga seg upp, tá ið ein sit­ur og orð­ar stuð­uls­um­sókn­ir, t.d.: hvussu selji eg mítt hug­skot, hvussu fái eg boð­skapin fram í ein­ari um­sókn? Hvat er ein góð um­sókn, og hvat fyri krøv verða still­að? Hvat er tað fyri met­­ingar, sum tey serkønu gera sær, tá ið tey lesa um­sókn­irnar? Hvat fyri tiltøk stuðlar Kult­ur­kontakt Nord? Hvussu fái eg stuðul til tað, sum eg brenni fyri, og hvussu brenni eg í gjøgn­um við tí, sum eg ynski stuðul til?
Tey, ið koma at luttaka á fund­i­num og geva teirra boð upp á svarini, eru: Jón Brian Hvidt­feldt, journ­a­list­ur, Urd Joh­anne­sen, um­boð fyri norð­ur­lendska grunn­in Kult­ur­kont­akt Nord, Andre­a Heind­riks­dótt­ir, fyrr­ver­andi nevnd­ar­lim­ur í Kult­ur­kont­akt Nord, og Dur­i­ta Bratta­berg, opera­stjóri í Ring­sag­er Ope­ra í Norra.
– Øll eru hjartaliga væl­kom­in og tiltakið er ó­keyp­is, siga tey úr Norð­ur­land­a­hús­i­num.