Eik hevur veitt Felagnum fyri lesi- og skriviveik stuðul til keyp av farteldum, ið hava serlig lesi- og skriviforrit Tað skrivar Føroya Lærarafelag á heimasíðu sínari í morgun. Tað er í samband við 175 ára føðingardag bankans, at Eik hevur latið feløgum og tiltøkum av ymsum slagi stuðul, og teirra millum var so Felagið fyri lesi- og skriviveik.
Stuðulin á 75.000 krónur verður saman við 10.000 krónunum, ið Mentamálaráðið hevur latið felagnum, brúktur til lítlar farteldur til lesi- og skriviveik. Hetta eru teldur, sum hava serlig lesi- og skriviforrit umframt skannara, lesipenn og hoyrimikrofonir.
Við skannaranum kann ein lesibók verða skannað og síðan verður hon lisin upp fyri brúkaranum.
- Alt hetta verður rópt telduryggsekkur. Forritið hava vit fingið úr Danmark og Noregi. Vit hava longu merkt stóran áhuga fyri hesum, sigur Anne-Karen Kjeld frá Felagnum fyri lesi- og skriviveik við heimasíðuna hjá Føroya Lærarafelag.