Stuðul til lesandi er tvífaldaður

Stuðul til skúlagjald til tey, ið lesa uttanfyri Norðurlond, er nú tvífaldaður úr 60.000 krónum og upp í 120.000 krónur. Hetta hevur Óli Holm, landsstýrismaður, kunngjørt

Føroyingar, ið kundu hugsa sær at lesa uttanfyri Norðurlond, fáa nú betri møguleikar og umstøður.
Óli Holm, landsstýrismaður hevur nevniliga kunngjørt, at stuðulin til skúlagjaldið hækkar úr 60.000 krónum upp í 120.000 krónur. Kunngerðin kemur í gildi tann 1. august í ár. Hetta er ÚSUN-skipanin (útbúgvingarstuðul til lesandi uttanfyri Norðurlond).
Hesin stuðulin er ætlaður til sjálvt skúlagjaldið, sum tað kostar at ganga á skúlanum, og ikki studningur til livikostnað.
? Hetta er gjørt fyri at betra um møguleikarnar hjá føroyingum, ið lesa uttanfyri Norðurlond. Tørvurin hevur verið stórur, tí fleiri hava rent seg í gamla loftið, ið var 60.000 krónur, og hetta gevur føroyingum fleiri valmøguleikar, tá teir skulu velja universitet, sigur Óli Holm.
Holger Arnbjerg er leiðari á Altjóða Skrivstovuni, sum veitir teimum leiðbeining, ið vilja út í heimin at lesa. Hann fegnast sum vera man um kunngerðina, og hann væntar, at hetta fer at birta uppundir, at fleiri føroyingar velja onnur lond at nema sær útbúgving.
Hugsanin aftanfyri hetta er eisini, at Føroyar skulu fáa eina fjølbroyttari arbeiðsmegi, ið hevur lisið í fleiri londum og ikki bara í Danmark.

Fleiri broytingar
Terji á Lakjuni er leiðari á Stuðulsstovninum, og hann vísir á fleiri broytingar enn bara tað hækkaða skúlagjaldið, sum fer beinleiðis til lærustovnin, har tann lesandi ynskir at útbúgva seg.
? Tað eru fleiri, sum nú kunnu fáa stuðulin, tí treytirnar fyri at fáa stuðul eru ikki eins strangar, og tær hava verið, sigur Terji.
Hann vísir á, at tey, ið søkja um stuðul, skulu hava búð í Føroyum í minsta lagi tvey av teimum seinastu trimum árunum beint undan lestrarbyrjan, ella hava búð í Føroum í minsta lagi helvtina av lívinum áðrenn lestrarbyrjan. Treytirnar eru tískil linkaðar samanborið við gomlu kunngerðina, og tí kunnu fleiri fáa stuðulin.
Tørvurin á hækkaðum stuðli kemst eisini av, at Føroyar ikki eru limir í ES, og tí skulu føroyingar rinda fult skúlagjald í ES-londum.
Umframt stuðul til skúlagjaldið fær ein føroyskur lesandi uttanfyri Norðurlond eisini SU úr Danmark í fýra ár. Eftir fýra ár fellur SU burtur, og tá tekur Stuðulsstovnurin um endan og kann veita stuðul til livikostnað í tvey ár afturat.
Eftir gomlu kunngerðini kundi Stuðulsstovnurin bara lata stuðul til lesandi á hægri lærustovnum, men nú kann Stuðulsstovnurin lata stuðul til tey, ið fara undir støðislestur, áðrenn farið verður undir hægri útbúgvingar.
Terji á Lakjuni sigur, at tey hava arbeitt við hesi kunngerðini í eitt ár, og at ætlanin upprunaliga var, at hon skuldi koma í gildi í augut í fjør, men hetta bleiv av ongum.