Heðin Mortensen
Opið bræv til landsstýrismannin í vinnumálum, Bjarna Djurholm
Tann 1. januar 2006 kom løgtingslóg nr. 137 frá 13. desember 2005 um at veita stuðul til íløgur á infrakervið á útoyggjum í gildi. Henda lóg er framhald av løgtingslóg nr. 50 frá 10. apríl 2003 um at veita stuðul til infrakervið á útoyggjum, ið sambært egnum innihaldi fór úr gildi við árslok.
Fyrst av øllum vil Tórshavnar kommuna gera vart við, at kommunan á ongan hátt tekur undir við framdu lógarbroytingini.
Harumframt er framferðarhátturin í hesum máli ikki nøktandi, tí kommunan, ið lógarbroytingin beinleiðis viðvíkur, ikki er tikin við uppá ráð. Hetta er at vísa lítla virðing fyri teirri serligu støðu, kommunurnar eru í, umframt at hetta má metast at vera rættiliga óheppin háttur at fyrireika nýggjar lógir.
Gásadalur og Nólsoy eru ikki longur nevndar í lógini. Sambært viðmerkingunum til lógaruppskotið verður mett, at Gásadalur og Nólsoy ikki eru útoyggjar sambært lógaruppskotinum, t.e. útoyggjar, sum liggja avsíðis við avmarkaðum ferðasambandi og tænastum til borgaran.
Ein avleiðing av lógini, ið kom í gildi 1. januar 2006, er sostatt, at kommunurnar, ið varða av Gásadali og Nólsoy ikki longur kunnu søkja um stuðul til íløgur á infrakervið á hesum støðum. Hóast hetta er lógaruppskotið hvørki sent kommununum ella kommunufeløgunum til ummælis. Kommunurnar eru heldur ikki kunnaðar um broytingarnar, ið lógin hevur við sær.
Í almennu viðmerkingunum til lógaruppskotið stendur, at avleiðingarnar av uppskotinum fyri kommunurnar eru, at útoyggjar, sum liggja avsíðis og hava avmarkað ferðasamband og avmarkaðar tænastur til borgaran, kunna søkja um stuðul til íløgur í infrakervið. Hóast ávísar kommunur ikki longur kunnu søkja henda stuðul, er hetta ikki upplýst sum ein avleiðing av lógaruppskotinum.
Tórshavnar kommuna hevur m.a. heft seg við, at eftir lógini frá 2003 kom Kalsoyggin bara undir lógina, tá tað ræður um íløgur í samskiftiskervið, men nú arbeiðið at gera samferðsluhavnina á Syðradali varð liðugt í 2005, er Kalsoyggin fevnd av lógini á jøvnum føti við aðrar sokallaðar útoyggjar.
Ilt at sígga nakran prinsipiellan mun á Nólsoynni og Kalsoynni, tí báðar liggja nakað frá størru oyggjum ella meginøki. Verður hugt at ferðasambandi og tænastum til borgarar, ið búgva á hesum oyggjum, ber somuleiðis illa til at siga, at onnur oyggin liggur meira avsíðis, hevur meira avmarkað ferðasamband ella færri tænastur til borgaran, tí á fjarstøðu til meginøkið og títtleika á ferðasambandi er at kalla eingin munur. Einasti munurin er, at onnur oyggin hoyrir til høvuðsstaðarkommununa, meðan annar parturin av Kalsoynni hoyrir til Klaksvíkar kommunu, og hin er sjálvstøðug kommuna. Tórshavnar kommuna undrast tí á gjørdu broytingarnar.
Sum nevnt tekur Tórshavnar kommuna ikki undir við framdu lógarbroytingini, tá henda ikki viðger sambæriligar oyggjar líka. Tí verður staðiliga heitt á Vinnumálaráðið um at taka málið upp aftur og saman við kommununum viðgera spurningin um, hvørjar oyggjar skulu koma undir lógina og ikki.
Tórshavnar kommuna vónar at enda, at framtíðar lógarbroytingar ikki verða framdar yvir høvdið á kommununum eins og í hesum máli, men at Vinnumálaráðið sjálvsagt sendir kommun unum ella kommunufeløgunum lógaruppskot til ummælis, tá hesi hava avleið ingar fyri kommunurnar.
Umframt at kommunan gongur út frá, at henda mannagongdin ikki kemur fyri aftur, verður við hesum heitt á tygum um at taka málið uppaftur og saman við kommununum at viðgera spurningin um, hvørjar oyggjar skulu koma undir lógina og ikki. Tórshavnar kommuna er altíð til reiðar at koma á fund um málið.
(Avrit av hesum brævi er eisini sent løgtingslimunum í Suðurstreymoy og fjølmiðlunum).
hedin@torshavn.fo