Arni Abrahamsen
Nýttu tølini í lýsingini vóru hesi:
Samlaða inntøkan hjá Landskassanum í 2001: uml. 3.800 mio. herav var blokkstuðul 995 mio.
Blokkstuðulin var smá 27% av samlaðu inntøkuni
Samlaða inntøkan hjá Landskassanum í 2005: uml. 4.035 mio. herav var blokkstuðul 631 mio.
Blokkstuðulin var 16% av samlaðu inntøkuni
Ætlaða inntøkan hjá landskassanum fyri 2007: 4.658 mio herav er blokkstuðul 635 mio.
Blokkstuðulin er smá 14% av samlaðu inntøkuni
Táverandi samgonga valdi í 2002 at skerja blokkin, og at lata vera við at prístalsregulera hann, soleiðis at talan bleiv um eina fastfrysting.
Sum tølini omanfyri so tíðiliga vísa, so er blokkurin av tí sama vorðin ein alsamt minni partur av samlaða inntøkugrundarlagnum hjá Landskassanum.
Í grein sínari vísir Helgi á, at um blokkurin var avtikin, so hevði landskassin havt áhaldandi undirskot - sum heldur ikki er nakað loyndarmál.
Men tað sum Helgi als ikki viðgerð, og sum er kjarnin í tí sum verður víst á í hesum tølum, er at vit eru í einari tilgongd, har týdningurin av blokkinum er alsamt minkandi. Her verður als ikki tosað um eina avtøku her og nú, men at vit eru mitt í einari sera áhugaverdari tilgongd.
Sambandsflokkurin vísir á sínari heimasíðu eisini á, at skerjingin hevur higartil kosta okkara samfelag nærum 2 mia. í mistari inntøku. Um man isolera hyggur upp á hetta talið, kann tað tykjast sum eitt øgiligt tal.
Men seta vit hetta talið inn í einari størri heild í tí Føroyska búskapinum, so sær myndin munandi øðrvísi út.
Sum er, mala samfelagshjólini við fullari ferð; orðini “yvirupphiting í búskapinum” hava verið at hoyrt í almenna rúminum. Hvussu hevði støðan verið, um ein peningastreymur á tils. 2 mia. kr. eyka, hevði runnið inn í samfelagið seinastu árini? Og hvat skuldu pengarnir verið nýttir til?
Sannleikin er tann, at vit høvdu ikki fingið stórvegis meir fyri pengarnar enn tað sama, tí vit høvdu verið noydd at rinda meir fyri somu tænastur, tilfar og arbeiðir. So hevði fiskivinnuskúlin í Vestmanna ikki kosta 7 mio. eyka, men kanska 20. Og eyka kostnaðurin fyri miðnámsskúlan í Suðuroy hevði kanska verið tann dupulti av tí hann er í dag osv.
Tað stutta av tí langa er, at við einum øktum almennum peningarensli av hesum formatinum, hevði man ikki fingið stórt meir fyri pengarnar allíkavæl, tí so nógv ferð er á samfelagnum frammanundan. Alt hevði bara verið uppaftur dýrari, enn tað er í dag.
Málið hjá okkum átti at verið, at samfelagið skal rekast við teimum inntøkum og virðum, ið samfelagið sjálvt genererar. Tástandi er javnvág í, og man kann tosa um ein sunnan búskap. Ein peningastreymur inn í ein búskap, ið einans byggir á stuðul, og ikki á virðir, ið eru framleidd og skapt í samfelagnum, er við til at skapa ójavna, og seta eyka (og ónáttúrliga) ferð á samfelagshjólini, og hervið økja um inflatiónina og kostnaðarstøði sum heild.









