Stuðlið skaparunum beinleiðis

? Tað er umráðandi at stuðla teimum skapandi listafólkunum, tí tað eru tey, sum skapa innihaldið í mentanarlívinum, sigur Peter Duelund mentanarsosiologur frá Københavns Universitet, sum er í Føroyum í sambandi við mentanarpolitiska ráðstevnu í Norðurlandahúsinum

Hann vísir á, at samlaði stuðulin, sum fer beinleiðis til tey skapandu listafólkini í Norðurlondum, er millum 5 og 7 prosent av samlaðu játtanini til mentanarøkið. Restin av játtanini fer til umsiting, tryggjan av karmunum og teknologi av ymsum slag.
Peter Duelund vísir á, at politikarar eiga at leggja størri dent á at stuðla listafólkum, sum skapa innihaldið í øllum mentanarlívi. Um tey ikki fáa góðar sømdir og umstøður at skapa sína list, fer mentanarlívinum at vanta veruligt innihald.
Um vikuskiftið verður stór ráðstevna í Norðurlandahúsinum um mentanarpolitikk. Við á ráðstevnuni er Peter Duelund, sum saman við seksti øðrum granskarum júst er liðugur við eina risastóra verkætlan um norðurlendskan mentanarpolitikk. Hann greiddi á tíðindafundi fríggjamorgunin frá nøkrum av teimum niðurstøðum og eygleiðingum, hansara granskingarlið er komið fram til.
Tað er Norðurlendski Mentanargrunnurin, sum saman við mentamálaráðunum í Norðurlondum, ið fíggjar verkætlanina.
Ætlanin við verkætlanini er at gera eina heildarmynd av norðurlendskum mentanarpolitikki síðan seinna heimsbardaga, og kanska serliga síðan 1960, tá tey flestu londini fóru undir at orða ein greiðan mentanarpolitikk.

Mentan skal einki kosta
Í sambandi við hesa verkætlan hevur Jette Forchammer sett saman eina bók um føroyskan mentanarpolitikk, og henda bókin lýsir, hvørjar trupulleikar mentanarlívið í Føroyum hevur at dragast við. Tað eru føroysk listafólk og mentanaráhugað, ið hava skrivað innleggini í bókini.
Í samandráttinum nevnir hon fleiri viðurskifti, sum forða menningini av mentanarlívinum her á landi. Ein tann størsti trupulleikin er, at landsins politikarar ikki skilja, at mentan og list kostar pening. Tað er neyðugt í størri mun og meira miðvíst at stuðla føroyskum listafólki í teirra arbeiði.
Eisini verður víst á, at íbúgvatalið í Føroyum setir mark fyri talinum av áhoyrarum og áskoðarum. Føroyar er framvegis tætt knýtt at Danmark á mentanarliga økinum, og hetta er ein trupulleiki, metir Jette Forchammer.
Eisini er tað ein trupulleiki, at møguleikarnir hjá føroyskum listafólki at nema útbúgving í Føroyum eru sera avmarkaðir, og tað hevur við sær, at føroysk listafólk leita sær av landinum í útbúgvingarørindum.
Peter Duelund vísir eisini á, at vinnulívið í Føroyum ikki hevur verið serliga áhugað í at stuðla føroyskum mentanarlívi, og tað er neyðugt at fáa vinnulívið meira við í mentanarlívið her á landi.
Kanningarnar hjá granskarunum vísir tó eisini, at norðurlendingar luttaka nógv meira í mentanarlívinum samanborið við londini í Suðurevropa.