Góðu føroyingar! Tað er mangan vanligt millum manna, tá ið tosið kemur inn á fólkakirkju okkara, at prátið altíð gongur ímóti teimum, sum vilja halda fæst við bíbliu okkara, tá ið onnur vilja strika ymiskt í henni. Sosialurin - stórsta tíðindablað okkara - tekur eisini altíð part við tí liberala partinum av fólkakirkju okkara. Liberala partinum, her hugsi eg um tey, sum ikki vilja boyggja seg fyri, hvat bíblian sigur í øllum lutum, men gera seg sjálv dómarar yvir, hvat í bíbliuni tey halda, vit skulu brúka, og hvat vit bara skulu lata eyguni aftur fyri. Sjálvt um bíblian talar greitt um hetta. Hetta sóu vit so sjónliga, tá ið málið um Peter O. K. Olofson var frammi. Tá vildi øll hava hann har pipari grør, eisini Sosialurin.
Vit vanligu menniskju vera lættliga ávirkað av, hvat bløðini og tey flestu siga og halda. Men góðu føroyingar! Latum okkum stuðla Bergi, Niels Paula, Hans Eiler og kirkjuráðum teirra í hesum málinum, um at teir ikki vilja loyva bispum at tala í kirkjum okkara, bispum, ið játta monnum at giftast við monnum, sjálvt um hetta stríðir beint ímóti bíbliubók okkara. Latum okkum stuðla teimum, tá ið prátið kemur inn á teir í gerandisdegi okkara. Tí tey flestu vilja tosa ímóti teimum. Tey siga, at teir bara vilja stríð í kirkju okkara. Men hygg eftir tí bíbliuteksti, eg sipaði til í áðni - hann stendur á síðu 192 í Nýggja Testamenti í bíbliutýðing hjá Fólkakirkjuni. Prestar skulu vera orðsins tænarar. Luther - tann sum byrjaði fólkakirkju okkara, og sum vit hálova - segði ?Skriftin aleina!?.
Men, landsmaður mín! Ikki alt fyri frið skuld. Hugsa tær ein boksidyst, har reglurnar vóru, at alt fyri frið skuld? Lítið skil hevði verið í. Somuleiðis við fólkakirkju okkara. Um vit vilja halda menniskjaligan frið og vera fólkalig fyri ein og hvønn prís, so fær tað eisini óhugnaligar fylgir fyri fólkakirkju okkara. Um vit heldur vilja strika ymiskt í bíbliubók okkara av og á, bara fyri at tað skal vera friðarligt.
Hvar endar fólkakirkja okkara so. Vit bíbiltrúgvu missa áhugan fyri fólkakirkjuni og stovna okkara egna. Og Gud vil ikki vera til staðar við orði sínum í tí gomlu fólkakirkjuni, tí orðið er ikki har meir. Orðið er skift út við menniskjalig ævintýr.
Góðu Bergur, Niels Pauli, Hans Eiler og kirkjuráð tykkara! Mín stuðul hava tit 100%. Og alt tað besta, og haldið fram við at vera tænarar orðsins - og ikki rænarar orðsins, sum aðrir eru!
Vinarliga
Gimmi Olsen
Klaksvík, tlf. 456004