Stuðlarnir fylla eisini

Tað er ikki bara sjálvt HB, sum hevur rundan dag í ár. Stuðlarnir fylla eisini 25 ár

Stuðlarnir

Í hesum sambandi hevði Eyðun Dahl-Christiansen gjørt eina tekning av verandi nevndini í HB-stuðlum, og eftir dystin kundi hann so handa tekningina til formannin í HB-stuðlum, Sólbjørn Thomsen.
Hetta er triðja árið, at Sólbjørn er formaður í HB-stuðlum, og við trimum gullmerkjum hesi árini er einki at siga til, at tað var ein nøgdur formaður, sum eftir dystin ynskti leikarunum tillukku.
- Eg haldi so ikki, at okkara partur hevur ligið eftir, men tað eru sjálvandi fyrst og fremst leikararnir, sum eiga æruna av gullinum, helt Sólbjørn.
Og við trimum gullmerkjum innan trý ár fær staðfestingin illa vera ein onnur, enn at Sólbjørn hevur verið ein góður formaður, men sjálvur vil hann einki siga, um hann eisini heldur fram í sessinum.
- Tað fáa vit at síggja. Vit hava okkara aðalfund um ikki so langa tíð, og tá stendur mín sessur so fyri vali. So fáa vit at síggja, hvat limirnir halda, staðfesti hann at enda.
Umframt formannin, telir nevndin í HB-stuðlum seks aðrar limir. Tey eru Marianna Eysturoy, Ingi Gunnarson, Jógvan Páll Lassen, Regin Berg, Aage Samuelsen og Miriam Hinz.