Stuðlar Kringvarpið Javnaðarflokkinum?

Sum tann triði av teimum stóru flokkunum, hevði Javn­að­ar­flokk­urin landsfund um vik­u­s­kiftið. Tað var ikki gam­alt, at fjølmiðlar fingu at­gongd til hesar landsfundir, men hetta er tíbetur broytt seinnu árini.

Mið­lahúsið hevur valt at dekka hesar fundir, sum vit hava verið boðin við til hjá teimum størru flokk­unum. Fyrst var tað Sam­bands­flokk­ur­in, síðani Tjóðveldi, og nú Javn­að­ar­flokkurin.

Men tað hevur undrað okk­um, at vit hava sitið sum ein­asti føroyski fjølmiðil á hes­um fundum. Tað átti í øll­um før­um at verið partur av pub­lic service skylduni hjá Kring­varp­inum at dekka hesar fundur, so fólkið kann frætta, hvat rør­ir seg í baklandinum hjá flokk­unum.

Men nú Javnaðarflokkurin var á skránni, var øðrvísi – nú var Kring­varpið á blettinum við frá­søgn­um í øllum tíð­ind­a­send­i­ngunum um viku­skift­ið.

Nú skulu vit ikki leggja okk­um út í redaktionellar av­gerðir hjá Kringvaprinum. Men mangan hoyra vit pol­it­ikarar tosa um tend­ent­i­øsan journalistikk í Kring­varp­i­num – og hesar fordómar kynd­ir Kringvarpið undir við ikki at geva øllum flokkum somu viðferð.