Jústinus Eidesgaard
Eini hjún, sum hava givið sítt dyggiliga íkast til føroyska samfelagið seinastu mongu árini, sita í Vestmanna og fáa ikki eingang svar frá Innlendismálaráðnum, um tey kunnu fáa longt teirra visa í Føroyum. Tey hava nú bíðað í 10 mánaðar uttan svar.
Øll hava rætt til svar í okkara samfelag, høgur og lágur, hvítur ella littur.
Hjúnini kæra sína neyð í útvarpinum, og útvarpið ger sína skyldu og fer til avvarðandi landsstýrismannin, Jógvan við Keldu, men hann hirðir heldur ikki Føroya fólki svar. Skjýtur seg undir regluna ikki at úttala seg um einstøk mál, ið ikki er annað enn undanførsla fyri at hava sovið í tímanum fyri nógva løn.
Eg spyrji meg sjálvan: Stuðla humanistar í samgonguni, sum annars rópa umsolidaritet og brøðralag, slíkum?
Stuðla góðir javnaðarmenn og humaninstar sum eitt nú Kristian Magnussen, John Johannesen, Hendrik Old, Vilhelm Johannesen, Andrias Petersen, Jóannes Eidesgaard, stuðla teir slíkum mannahatskum politikki, har ein ikki hirðir hampafólki svar. Um so er, so eigur hesin parturin at gerast eitt høvuðsmál til komandi løgtingsval. Tí tit sum tiga, tit samtykkja.
Stuðlar eitt nú Kári P. Højgaard, sum veiðir atkvøður frá míni slekt, slíkum drálaríi? . Um so er, so má eg heldur fara at ávara mína slekt til komandi løgtingsval og kanska harvið minka hansara møguleika at gera enn meira skaðaá fremmandaøkinum, tí tann sum tegir, hann samtykkir.
Var eg løgmaður, so gav eg avvarðandi landsstýrismanni 24 tímar til at loysa hetta mál. Og kundi hann ikki tað, so hevði hann fingi? sekkin.
Og hví eri eg so avgjørdur í hesum máli? Eg havi starvast fleiri ár úti í verðini á eini kirkju, har fólk, sum biðaðu eftir longdum visa, høvdu sína dagligu gongd. Eg tori at pástanda, at hvørki Jógvan við Keldu ella nakar annar føroyskur politikkari hevur ánilsi um, hvussu stóra pínu hann tilførir hesum fólkum við einki at gera. Eg ivist onga løtu í at hendan bíðitíðin er í stríð við altjóða mannarættindi.
Vilja vit ikki hava útlendingar til landið, so latið vera við at lova teimum inn. Men teir sum eru komnir til landið, teir hava rætt til eins virðiliga viðferð sum rasureinir føroyingar, hvørjir teir so enn eru. At fara at stramma ein fremmandapolitikk afturvirkandi ber ikki til, uttan at tú gevur fólki óvirðiliga viðferð, og tað kann eitt mentað fólk sum føroyingar ikki standa modell til.
Føroyingar eru so ernir av at hava arbeitt í øðrum londum, at vit eiga eitt áttabindsverk um føroyingar sum tóku land í Grønlandi. Legg merki til orðið tóku. Her ruggar ikki heilt rætt.